Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FORMANSFRÁGREIÐING

LANDSFUNDUR 2012.

KAJ LEO HOLM JOHANNESEN.

FORMAÐUR SAMBANDSFLOKSINS.

FORMANSFRÁGREIÐING – LANDSFUNDUR 2012 1 INNGANGUR.

Góðan dagin - góðu fundarfólk - góðu sambandsfólk! Vegna Sambandsflokkin fari eg at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin á Landsfundin hjá flokkinum. Eg vil nýta høvi at takka tykkum øllum, sum arbeiða fyri okkara flokk - tað verði seg sambandsveljarar, lokalnevndir, løgtingslimir og landsstýrisfólk.

 Tit eru øll orsøkin til, at vit í løtuni síggjast og hoyrast, og skal mín áheitan á okkum øll verða, at vit framhaldandi fara at gera okkara besta.

Vónandi fáa vit ein góðan og konstruktivan Landsfund, har høvið verður hjá okkum øllum at kjakast og umrøða tær stóru politisku avbjóðingarnar og verkætlanirnar, sum samgongan er farin undir og sum Sambandsflokkurin ynskir ávirkan á.

Landsfundurin hesaferð er nakað serligt við tað, at vit nýliga hava havt tvey val – Fólkatingsval 15. september 2011 og síðan Løgtingsval 29. oktober 2011.

Á báðum hesum valunum fekk Sambandsflokkurin roynt seg og varð mettur á vágskálini av veljarunum. Úrslitið kenna vit – tvey sigursval fyri flokkin.

Fari at takka fyri stóra stuðulin til hesi bæði valini - uttan tykkum fingu vit ikki hesi góðu úrslit og kundu gerast vinnarar.

Harafturat kom Sambandsflokkurin í samgongu og situr í dag í landsins leiðslu við løgmanni og tveimum landsstýrismonnum og aðrari viðkomandi umboðan í politisku skipanini.

Fyri flokkin og meg sum formann, er tað týdningarmikið, hvussu vit við hesari politisku umboðan kunnu taka lut og ávirka mest møguligt menningina av samfelagnum, vinnuni og ríkisfelagsskapinum.

Løgtingsvalið hevði við sær, at Sambandsflokkurin kom í eina borgarliga samgongu og hevur í hesum sambandi sett nýggj og týðandi politsk mál á skránna somuleiðis sum ætlanin er at fara undir størri politiskar verkætlanir.

Tað sær út til, at við førda politikkinum síðan Løgtingsvalið, so stendur flokkurin seg væl í veljarakanningunum og hevur ikki mist undirtøku. Tí er tað hugaligt at standa her í dag sum formaður Sambandsfloksins og kunna staðfesta, at flokkurin hevur stóra undirtøku í fólkinum.

Eg fari her sum formaður Sambandsfloksins at greiða frá virkseminum í flokkinum, politiska samgongusamstarvinum og greiða frá teimum mest týðandi politisku málunum og politisku verkætlanum, sum standa fyri framman at loysa - og sum Sambandsflokkurin vil seta síni fingramerki á.

Sambandsflokkurin er størsti flokkur á Tingið og fekk til seinasta løgtingsval heili 24,7% av samlaðu atkvøðunum ella 7.546 atkvøður og gjørdist sostatt ein greiður vinnari. Hetta saman við, at Sambandsflokkurin er ein stjórnarberandi flokkur krevur, at leiðslan í flokkinum stingur nøkur greið mið og mál út í kortið fyri politiska arbeiði innanhýsis í flokkinum.

Tað er týdningarmikið, at flokkurin uttanhýsis stendur sum ein flokkur og at tey, sum mynda flokkin eru greið yvir at fylgja tí stevnuskrá og teimum politisku avtalum, sum gjørdar eru. Verður hetta ikki gjørt, kann gerast trupult at fáa nøkur ítøkilig úrslit burturúr. Hinvegin er tað neyðugt, at tingmanning floksins, landsstýrisfólk og floksins bakland kunnu siga sína meining innanhýsis, áðrenn størri avtalur og skipanir verða settar í verk og soleiðis tryggja ávirkan á innihald og skilagóðar politiskar loysnir.

Tað skal verða pláss fyri ymiskum meiningum, men vit mugu megna at taka saman um, velja loysnir og taka neyðugu avgerðirnar – og sum oftast merkir tað, at flokkurin má innganga í ymisk politisk kompromis ella semjur og fær ikki hvørja ferð øll síni krøv við.

Sambandsflokkurin hevur ætlanir um at styrka politisku profileringina av flokkinum og brúka meira orku uppá at gera flokkin sjónligari.

Samanumtikið kunnu vit siga, at fremsta uppgávan og málið hjá Sambandsflokkinum í politiska arbeiðinum er alla tíðina at royna at skapa nøgdar borgarar.

POLITISKA SAMSTARVIÐ Í SAMGONGUNI

Samgonguavtalan

Samgonguavtalan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin byggir á liberal-sosialan politikk. Meginreglan er, at vinnan er grundarlagið undir búskaparvøkstri og vælstandi, og hesin vøkstur og vælstandur skal verða við til at fíggja vælferðina og almennar tænastur. Tær breiðastu herðarnar skulu lyfta tær tyngstu byrðarnar – vit vilja eitt samfelag fyri øll. Sambandsflokkurin heldur, at við hesum politiskt-idelogiska grundarlag er best møguligt hjá Føroyum at fremja vøkstur í samfelagsbúskapinum og tryggja vælferðina.

Við verandi útgangsstøði í samfelagnum við óstøðugum búskaparvøkstri, fíggjarlógarhall, vaksandi skuld og arbeiðsloysi er fokus sett á fylgjandi í samgonguavtaluni:

• Støðugan og høgan búskaparvøkstur

• Javnvág á fíggjarlógini í 2016

• Menna karmarnar fyri verandi vinnur og nýggjar vinnur umframt menna Vinnugransking

• Styrkja vælferðartænastur, m.a. menna sjúkrahúsverkið, byggja røktarheim, og minka um bíðilistar

• Langtíðarkarmar fyri rakstur og íløgur.

Landsstýrið ætlar, at búskaparpolitikkurin í størri mun skal snúgva seg um at menna eina vakstrar- og produktivitetsstrategi og á henda hátt skulu vit framleiða landið úr búskaparligu stagnatiónini – hetta kombinerað við rationaliseringum innan tað almenna.

Politiskar raðfestingar og fokus

Tað er ómetaliga týðandi, at tey mál og tær strategiir, sum verða sett út í kortið taka hædd fyri tí støðu, sum samfelagsbúskapurin er í og teimum útlitum, sum eru.

Politisku raðfestingnar eiga til eina og hvørja tíð at byggja á, hvussu vit politikarar skjótt og gott eru við til at menna tilverugrundarlagið hjá føroyska samfelagnum og føroysku vinnuni og harvið eisini skapa størstu virðisøkingina komandi árini.

Vit hava í alt ov stóran mun sæð í politiska arbeiðinum, at politikarar vilja loysa eina rúgvu av stórum og smáum málum samstundis, við tí vanda, at alt ov fá úrslit spyrjast burturúr. Tað snýr seg um at raðfesta, fokusera og velja strategisk rætt við verandi útgangsstøði.

Politisk leiðsla og samgonguleiðsla

Vísandi til tey politisku stórmál og avbjóðingar, sum standa fyri framman er sera neyðugt við munadyggari politiskari leiðslu. Hetta merkir, at eg sum politiskur leiðari og samgonguleiðari havi eina serliga ábyrgd at seta felags mál, skapa konsensus og tryggja, at mál og ætlanir verða settar í verk.** Tað týdningarmikið at tryggja eitt greitt samskifti til løgtingið, landsstýrið, borgaran og vinnuna – fyri at tryggja undirtøku.

POLITISK MÁL OG VERKÆTLANIR HJÁ SAMGONGUNI

Politiska leiðsluuppgávan

Ein tann fremsta strategisk-politiska leiðsluuppgávan við verandi útgangsstøði í samfelagsbúskapinum - við meira og minni altjóða fíggjar- og búskaparkreppu - er at leggja politiskar ætlanir, sum skapa stabilitet, og at brúka tey neyðugu fíggjarpolitisku amboðini at leiða og stýra við.

Síðan eigur at verða løgd ein vakstrar- og produktivitetsstrategi fyri vinnuna. Síðuleypandi kunnu gerast bygnaðarbroytingar og onnur rationaliseringsátøk innan tað almenna – fyri land og kommunur. Rationaliseringar innan tað almenna eiga at gerast í einari hóskandi javnvág og uttan at gera skaða á kjarnutænasturnar. Viðmerkjast kann her, at bygnaðarliga hall landskassans skal fáast burtur bæði við sparingum, rationaliseringum og eisini búskaparvøkstri og útvegan av nýggjum inntøkum.

Játtanarkarmar og nýskipanir

Í uppskotinum um játtanarkarmar 2013-2017 hevur landsstýrið hesi uppskot um nýskipanir:

• Heilsunýskipan - Skúlanýskipan - Pensjónsnýskipanin.

Hesar nýskipanir eru neyðugar fyri at framtíðartryggja okkum eitt høgt tænastustøði fyri lægri kostna. Eisini skal gerast ein fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni tryggari og støðugari karmar og sum eisini gevur landsskassanum fleiri inntøkur.

Høvuðsraðfestingarnar fara til útbúgvingarøkið og almannaøkið, við fleiri nýggjum røktarheimum og heimum til fólk við serligum tørvi, umframt at rúm er gjørt fyri fleiri næmingum á miðnámi.

Fyri at tryggja virksemi og búskaparvøkstur, hevur landsstýrið valt at hava ein høgan íløgukarm, sum næstu árini verður 300 mió.kr. árliga. Hóast valt er framhaldandi at útbyggja infrakervið, vil landsstýrið næstu 4 árini brúka yvir 60% av løgukarminum til almanna-, heilsu- og skúlaøkið, tvs. mest virksemisskapandi løgur.

Eg fari at koma nærri inn á hesar nýskipanir og játtanakarmar so hvørt í formansfrágreiðingini.

Samfelagsbúskapur og búskaparpolitikkur

Føroyski samfelagsbúskapurin hevur tað gott samanborið við onnur lond í Evropa. Vit kunnu staðfesta ein stóran búskaparvøkstur í 2010, vinnan roynir at gera nýíløgur og arbeiðsloysið sær út til ikki longur at hækka.

Ein stór búskaparpolitisk avbjóðing verður kortini at fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini við lægri útreiðslum og víðkaðum inntøkugrundarlag og harvið steðga skuldarvøkstrinum hjá landskassanum og vøkstrinum í rentuútreiðslunum.

Hallið á fíggjarlógini skal eftir ætlan fáast burtur í 2016.

Tað er nakað, sum bendir á, at vit hava ikki bara eitt konjunkturelt arbeiðssloysið, men eisini eitt varandi bygnaðarligt arbeiðsloysi, sum er meira fakligt og geografiskt treytað. Hetta hevur við sær stórt trýst á ALS-skipanina. Sostatt skulu setast í verk konjunkturjavnandi búskaparpolitisk tiltøk, sum eru stuttsiktað og eisini bygnaðarlig tiltøk, sum eru meira langtsiktað.

Landsstýrið hevur tí valt at leggja stóra orku í at menna leiðslu- og stýringaramboð við at leggja langtíðarætlanir og fylgja nøkrum politiskum raðfestingum og langtíðar játtanarkørmum. Landsstýrið heldur eisini, at inntøkur landskassans í størri mun skulu útvegast umvegis ein vinnudrivnan inntøkuvøkstur og nýggjar inntøkukeldur frá okkara nátturugivna tilfeingi – og ikki ein búskaparvøkstur umvegis hall á fíggjarlógini.

Uttan langtíðarætlanir og raðfestingar fyri rakstur og íløgur, sum verða fylgdar, umframt greið mið og mál og fastleika við búskaparpolitikkinum, vil kredittvirðið hjá landinum versna og ratingin lækka. Hetta vil ávirka nógv landskassans lánimøguleikar og rentustig.

Ein tryggur samfelagsbúskapur og hægri vælstandur er grundarlagið undir einum vælferðarsamfelag og tí verður neyðugt at leggja eina vakstrar- og produktivitetsstrategi fyri vinnuna. Harafturat verður neyðugt at reka vinnuna eftir marknaðartreytum og uttan rakstrarstuðul.

Sum ein liður í at stimulera eftirspurningin og skapa búskaparvøkstur er landsskattaprosentið fyri persóninntøkur lækkað. Hesar skattabroytingar væntast at geva fleiri skatta- og avgjaldsinntøkur til landið og eisini draga til Føroya útlendska arbeiðsmegi til serliga førleikakrevjandi størv. Samgongan valdi at fíggja hesar skattalækkingar við skatting av pensjónum við inngjald. Eisini verða framdar stórar virksemisskapandi íløgur.

Málið hjá mær sum løgmanni og landsstýrinum er at føra ein álitisvekjandi og ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk komandi árini og royna at fylgja teimum langtíðarætlanum og raðfestingum, sum verða lagdar.

Búskaparpolitikkurin síðani 2008 hevur verðið merktur av, at vit hava lyft tær byrðar, sum fullveldissamgongan ikki megnaði í 2002, tá ríkisveitingin var skorin við 366 mió.kr. og sum nú árliga svarar til 734 mió.kr.

Vit vita, at tá tú tekur burtur umleið 700 mió.kr. av inntøkum landskassans, so skulu bæði sparingar og nýggjar inntøkur til, men hetta varð ikki gjørt í 2002, men er gjørt síðani 2008. Henda trupla búskaparliga tillaging heldur áfram tey næstu 5 árini sambært játtanarkørmunum 2013 til 2017.

Ríkisfelagsskapurin

Ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt so stóran týdning, sum í hesum tíðum við trupulleikum í samfelagsbúskapinum. Ríkisveitingin er við til at minka um stóru niðurgongdina og sveiggini í føroyska búskapinum, og harvið skapa ein tryggari samfelagsbúskap.

Sambandsflokkurin hevur virkað fyri, aftur at upptiðna árligu ríkisveitingina, og hevur tað eydnast, fyri fyrstu ferð síðani 2002.

Sambandsflokkurin vil alla tíðina virka fyri, at samstarvið við Danmark og Grønland gerst tættari og betri.

Vinnan

Føroyska vinnan tørvar sum heild greiðar og støðugar karmar at arbeiða innanfyri komandi árini. Á nøkrum økjum eru karmarnir rættuliga greiðir – eitt nú innan alivinnuna, meðan karmarnir innan fiskvinnuna skulu broytast og gerðast tryggari innan árslok.

Vinnan annars

Føroyar eru eitt kostnaðarmikið land, tá talan er um innkeyp av húsarhaldsvørum og hetta rakar hart láginntøkurnar og barnafamiljurnar. Ein týðandi partur av arbeiðinum at lækka prísstøðið er ein effektiv kapping og at óneyðug avgjøld ikki verða løgd á neyðugar vørur og tænastur.

Sambandsflokkurin heldur, at Landstýrið eigur at fara undir eina nærri kanning av, hví prísstøðið er so nógv hægri enn í øðrum londum og hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at lækka prísstøðið. Landsstýrið eigur at gera hesa kanning, av tí, at avleiðingarnar av at gera møgulig tiltøk vilja gagna so stórari fjøld.

Fiskivinnan

Í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, eiga at gerast broytingar viðvíkjandi, hvussu vit skipa fiskiskapin, m.a. eigur fiskivinnan at byggja á grundregluna um altjóða góðkendan burðadyggan fiskiskap. Grundarlagið fyri at skipa fiskivinnuna øðrvísi er tann umsitingarætlan, sum er gjørd og sum skal fylgjast soleiðis, at vit fáa størri úrtøku og inntøkur úr okkara fiskastovnum. Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast.

Tilfeingisgjald er lagt á makrelin í 2012 og tann 1. januar 2013 verður tilfeingisgjald lagt á øll rættindi, sum vit eiga bæði á nær- og fjarleiðum og eitt brúksgjald verður eisini lagt á allan aldan laks.

Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur eitt áramál inn í framtíðina uppá í minsta lagi 8 ár og í mesta lagi 12 ár.

Vit eiga at seta okkum sum mál, at um 5 ár eru Føroyar millum fremstu lond í heiminum, tá ið talan er um virðisøking av matvørum úr sjónum. Bæði pelagiska vinnan og alivinnan eru millum heimsins bestu, tá talan um at framleiða dygdargóðar matvørur til kappingarførar prísir.

Fyri at hava nakran møguleika at røkka hesum máli, er neyðugt at skipa fiskivinnubygnaðin við færri og sterkari aktørum, tí hetta er tað, sum skal til, fyri at vit skulu verða fult kappingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um burðardygga veiðu og kappingarførar virðisøkingareindir.

Ein kappingarfør virðisøkingareind kann vera antin skip ella virki - ella bæði, men so sanniliga eisini tann strategiska leiðslan í hesum eindum, her hugsi eg um, at vit hava bestu vitan innan veiðu, framleiðslu á landi, marknaðarførslu og sølu.

Vit hava framvegis ikki skapt okkara egna merki/brand, tá ið talan er um mat úr sjónum. Hetta eiga vit at leggja okkum eftir, so at vit eisini kunnu fáa premium prís fyri okkara útflutning, og at vit harumframt verða sædd, sum ein tjóð, sum virðir altjóða góðkenda burðadygga veiðu av havsins tilfeingi.

Alivinnan

Tað er eydnast politisku myndugleikunum saman við vinnuni at skipa alivinnuna í nakrar støðugar og tryggar karmar. Hetta eigur at haldast fast um og verða víðariment.

Í løtuni verða møguleikarnar við eitt nú aling á opnum havi kannaðir fyri at skapa menning og vøkstur í hesari vinnugrein.

Tað er at frøðast yvir, at alivinnan í løtuni stendur fyri 30%-40% av útflutningsvirðinum og er týðandi partur av búskaparvøkstrinum, BNP í 2010 - saman við fiskivinnuni. Tær stóru búskaparligu avbjóðingarnar fyri alivinnuna verða komandi árini at skapa lønsemi – serliga nú útboðið á laksi er vorðið størri á heimsmarknaðinum og harvið lægri prísstøði. Hinvegin eru nýggir marknaðir sum USA og Kina í alt størri mun við til at tryggja ein støðugan og lønsaman marknað fyri føroyskan laks.

Vælferðartænastur

Føroyar hava valt eina demokratiska vælferðaskipan, sum merkir, at øll eiga at hava líka atgongd til almennar vælferðartænastur – uttan mun til inntøku, bústað ella annað. Sambandsflokkurin ynskir eitt samfelag sum rúmar øllum samfelagsborgarum – nakað, sum er grundleggjandi neyðugt fyri, at fólk vilja virka og búleikast í Føroyum.

Føroyar kappast á vælferðarøkinum við onnur lond og kunnu vit ikki sum samfelag tryggja eins góðar vælferðartænastur, sum í øðrum londum, so er vandi fyri fráflyting og vantandi tilflyting.

Almannatænastur

Almannatænasturnar eru nógv mentar seinastu árini, men tað hevur eisini havt við sær, at hetta økið er vorðið sera útreiðslukrevjandi – bæði tá talan er um rakstur, lógarbundnar útreiðslur og íløgur. Almenna vælferðarskipanin er eisini komin undir serligt trýst orsakað av hallinum á fíggjarlógini, arbeiðsloysið o.a.

Við núverandi halli á fíggjarlógini verða tær størstu avbjóðingarnar á almannaøkinum at varðveita verandi tænastustøðið. Fyri at kunna gera hetta, verður neyðugt at fremja umleggingar og rationaliseringar og samtundis gera neyðugar íløgur. Harafturat verður neyðugt við samanleggingum av stovnum og betri samskipan millum td. Almannaverkið og Heilsuverkið.

Landsstýrið ætlar at seta i verk eina nýggja pensiónsskipan og ætlani er eisini at halda áfram við leistinum hjá ABC samgonguni, hvar vit tá í Ólavsøkupakkanum í 2009 ætlaðu at hækkað pensiónsaldurin við einum hálvum ári í 2012, men tað sær út at onkur hevur hug at gloyma henda veruleika.

Men tað verður ikki tann 1. jan 2013, at pensiónsaldurin verður hækkaður við einum ári, tað verður ein meira líðandi tilgongd, sum helst øll politiska skipanin kann standa saman um - hetta fyri at øll kunnu kenna seg trygg.

Miðað verður ímóti at fáa eina breiða politiska semju um hetta stórmál. Settur verður ein fakligur arbeiðsbólkur at gera eitt álit og koma við einum tilmæli um nýggju skipanina.

Endamálið við nýggju pensjónsskipanini er fyrst og fremst at tálma tí stóra útreiðsluvøkstri, sum fer standast av stóra vøkstrinum av eldri borgarum, meðan talið á arbeiðsførum fólki nærum verður óbroytt og kanska minkar nakað. Hesin vøkstur av eldri fólki fer at seta bæði pensjónsskipanina og okkara vælferðartænastur undir trýst og tí má ein tilgongd byrjast. Tað fer ikki at bera til hækka skattatrýstið fyri at svara hesum útreiðsluvøkstri.

Nýggja pensjónsskipanin skal sostatt komandi árini skapa eina fíggjarliga haldføra pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina rímuliga inntøku, tá tey gerast pensjónistar, og sum tryggjar, at tað almenna kann veita borgarunum hóskandi vælferðartænastur – eisini við einum stórum vøkstri í talinum av pensjónistum.

Heilsutænastur

Tað almenna eigur at raðfesta heilsu og trivnað høgt í samfelagnum. Harafturat eigur alla tíðina at verða arbeitt fyribyrgjandi við tí endamáli at tryggja borgarunum eitt dygdargott lív og at raðfesta soleiðis at, sum mest fæst fyri játtanirnar.

Allir borgarar skulu tryggjast rætt til eina dygdargóða sjúkraviðgerð uttan mun til, hvar í landinum hesi búgva, antin á staðnum ella á øðrum sjúkrahúsi. Tey 3 sjúkrahúsini í Føroyum skulu varðveitast. Hinvegin eigur virksemið og funktiónir á sjúkrahúsunum at samskipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð. Føroyar eru eitt lítið land við avmarkaðari fíggjarorku, og tí eigur landið at samstarva við útlendsk sjúkrahús um serviðgerðir av ymiskum slag.

Útbúgving og Mentan

Útbúgving

Útbúgving og førleikamenning er ein sera týðandi partur og ein treyt fyri menningini í samfelagnum og vinnuni. Føroyar og føroysk vinna kappast heilt greitt við onnur lond og útlendskar vinnur um bestu arbeiðsmegina – Føroyar eru ikki longur ein isoleraður arbeiðsmarknaður. Henda vaksandi kapping krevur, at okkara útbúgvingarskipan lagar seg til tørvin hjá samfelagnum og vinnuni á útbúgvingum og førleikamenning - og eisini, at føroysk vinna eftirspyr nýggjastu vitanina og førleikarnar. Føroyar eiga eisini at gerast eitt land, sum kann draga til sín ungfólk úr útlandinum at útbúgva seg í Føroyum – hægri útbúgvingar o.a.

Til tess at nøkta hægri krøvuni til okkara útbúgvingarskipan verður neyðugt við broytingum og reformum, sum kunnu dagføra okkara skipanir, bæði bygnaðarliga og innihaldsliga.

Landsstýrið hevur tí sett út í kortið eina bygnaðarbroyting á fólkaskúlaøkinum við at leggja skúlar saman – serliga nú ætlanin er at leggja kommunurnar saman í størri eindir. Skúlaverkið skal umleggjast – fakliga umhvørvið á einum skúla má verða til staðar fyri lærarar og næmingar og vit hava ikki ráð til skúlaflokkar við vanliga færri enn 24 næmingum.

Arbeitt verður í løtuni við at endurskoða gymnasialu útbúgvingarnar og Yrkisútbúgvingarnar.

Harafturat arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanunum at byggja ein nýggjan Skúladepil við Marknagil í Tórshavn og leggja saman teir tríggjar miðnámsskúlarnar í økinum.

Mentanin

Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

Tað er ikki gjørligt at lata list og mentan klára seg á marknaðartreytum. Tað almenna noyðist at stuðla okkara list og mentan. Til tess at raðfesta og stuðla dygdargóða list og mentan eiga vit at brúka okkara lista- og fakfólk á økinum og annars eisini lurta eftir breiða fólkaviljanum.

Sum ein týðandi part av arbeiðinum at styrkja okkara mentan og samleika, hevur Landsstýrið sett pening av til nýggjan Tjóðpall, sum farast kann undir at byggja í 2016.

Orkumenning snýr seg um at menna nýggjar varandi orkukeldur, fremja orkusparandi tiltøk og menna grøna orku, sum kann verða við til at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur og minka um umhvørvisdálking.

Tað fer at krevja stórar íløgur og útreiðslur fyri at leggja um til aðrar orkukeldur, men hetta skal síggjast í mun til, at tað við tíðini gerst enn dýrari onki at gera.

Sambandsflokkurin ásannar, at føroyingar og føroysk vinna fara at standa yvirfyri álvarsligum orkutrupulleikum komandi árini – hetta við varandi høgum olju- og elprísum. Verður onki gjørt fyri at loysa vaksandi orkutrupulleikarnar í samfelagnum, fer hetta at hava við sær lægri búskaparvøkstur, herundir ávirka privatu húsarhaldini og lønsemið í vinnuni.

Sostatt skal orkupolitikkur eisini síggjast sum partur av samlaða vinnupolitikkinum.

Hesir hanga óloysiliga saman, av tí, at kappingarfør og støðug orkuveiting er ein av fortreytunum fyri vinnuligari menning og vøkstri.

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at gera eina ítøkiliga langtíðarætlan fyri, hvussu íløgur í orkumenning skulu gerast komandi 20 árini. Harafturat verður arbeitt við at gera eina ætlan fyri, hvussu orkuøkið skal skipast, herundur um landsins leiklut í orkupolitikkinum og umskipanir av kommunala el-orkufelagnum SEV.

Onnur politisk mál og verkætlanir

Kommunusamanlegging og økismenning

Tað hevur verið umrøtt og kjakst nógv seinastu 20-25 árini um størri kommunalar eindir. Skrivaðar eru frágreiðingar og álit, og farnar eru fram meira tilvildarligar frívillugar samanleggingar. Hesar samanleggingar eru gjørdar uttan, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er vorðið greiðari.

Endamálið við samanleggingum er at skipa kommunurnar í nakrar búskaparliga- og umsitingarliga burðardyggar eindir. Endamálið er eisini at tryggja eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur.

Slíkar samfelagsligar bygnaðarbroytingar eru fyri langari tíð síðan gjørdar í okkara norðlendsku grannalondum og tilgongdin hevur verið lutfalsliga stutt. Tað er uppgávan hjá Landsstýri og Løgtingi at tryggja ein effektivan samfelagsbygnað, men tað hevur verið sera trupult at finna nakra politiska semju um kommunubygnaðin og tí er politiska avgerðin løgd út til eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, sum verður 3. mai 2012. At leggja kommunur saman er tað sama sum økismenning og er einasti veruligi vegurin til styrktar eindir og øki - og harvið vegurin til menning og vøkstur.

Fólkavøkstur

Føroyar uppliva í løtuni eina ávísa fólkaminking – serliga fyri tann partin av fólkinum, sum er í besta arbeiðs- og virkisføra aldri. Hetta er ein álvarslig støða at verða í hjá einum lítum fjarskotnum samfelag og tí má gerast nakað aktivt fyri at steðga og venda hesari gongdini.

Landsstýrið heldur, at høvuðsfortreytin fyri fólkavøkstri er búskaparvøkstur. Tað verður neyðugt at skapa vinnuligt virksemi, optimera verandi vinnur, skapa attraktiv arbeiðspláss, skipa fleiri útbúgvingar og førleikamenning av ymiskum slag, tryggja alternativar bústaðarmøguleikar og annars raðfesta mentan og trivna. Eisini verður neyðugt at skipa so fyri, at ferðaseðlaprísirnir loftvegis gerast munandi lægri.** Føroyar eiga at eisini at verða partur av norðurlendskum samtarvi um tiltøk fyri fólkavøkstri í útjaðaraøkjum.

Flutningsmøguleikar við umheimin

Føroyingar fara at gerast alt meira bundnir av menningini í útheiminum og fyri at kunna fylgja við gongdini krevst eitt bíligt og effektivt loftvegis flutningssamband til at flyta fólk og farm. Men størsta forðingin fyri at útnytta hesa menning eru ov høgir ferðaseðlaprísir og tann monopolstøðan, sum er á marknaðinum.

Landsstýrið vónar og væntar tí, at leingjanin av flogvøllinum vil draga at sær nýggjar operatørar at flúgva millum Føroyar og útheimin. Tað er sera neyðugt fyri menningina í okkara landi, at kostnaðurin sjóvegis og luftvegis er so lágur sum gjørligt.

 Ungdómspolitikkur

Føroyar eru eftirbátur, tá talan er um at gera ein samlaðan innsats fyri teimum ungu. Flestu lond hava ein ungdómspolitikk, sum savnar og samskipar innsatsin mótvegis børnum og ungum, men i Føroyum verður førdur ein málsuppbýttur politikkur. Td. verða bústaðarviðurskifti hjá ungum, útbúgvingarmøguleikar og frítíðartilboð viðgjørt hvørt sær, sjálvt um økini hanga tætt saman.

Sambandsflokkurin ásannar, at neyðugt er at geva føroyska ungdóminum fleiri og betri møguleikar at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, fyri á tann hátt at varðveita unga fólkið longri í landinum. Neyðugt er eisini at geva flest øllum ungum møguleika at nema sær eina miðnámsútbúgving. Tørvur er eisini á at broyta skúlabygnaðinum á fólkaskúlaøkinum og miðnámsskúlaøkinum við størri skúlaeindum/skúladeplum, sum kunnu bjóða fleiri og betri útbúgvingartilboð.

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at onki ungdómsarbeiðsloysið er í Føroyum.

Altjóðagerðing

Føroyska samfelagið og vinnan hava í fleiri ár merkt ávirkanina frá altjóðagerðini – nakrar tillagingar hevur altjóða samfelagið kravt at vit seta í verk, meðan aðrar tillagingar eru gjørdar av egnum vilja. Tað eru ein røð av krøvum og møguleikum, sum samfelagið og vinnan framhaldandi fara at standa yvirfyri. Fyri at skapa ein meira optimalan búskaparvøkstur og fleiri nýggj arbeiðspláss, skulu vit arbeiða fram ímóti at verða umfatað av teim fýra frælsunum, t.v.s. frælsið at flyta frítt millum Føroyar og ES (tey fýra frælsini: vørur, tænastur, arbeiðsmegi og kapitalur).

Føroyar skulu saman við dønum fara undir samráðingar við ES um at beina burtur handilsforðingar og tekniskar forðingar millum Føroyar og evropeiska felagsskapin. Málið er, at Føroyar verða fevndar av teimum fýra frælsunum, sum fyri Føroyar er limaskapur við undantøkum.** Sambandsflokkurin ynskir, at føroyingar fara undir eina ítøkiliga samráðingartilgongd, um at orða ein nýggjan evropapolitikk fyri Føroyar.

Eisini eiga vit at styrkja samstarv um sendistovutænastur og fremja upplýsandi átøk um Føroyar og føroyska vinnu - Føroyar sum íløguland og ferðamannaland.

VERKSETING AV POLITISKU ÆTLANUNUM

Tær stóru politisku avgerðirnar, sum standa fyri framman í hesum samgongutíðarskeiðnum eru serliga reformar í fiskivinnuni, kommunusamanleggingar og aðrar bygnaðarligar broytingar innan almennu fyrisitingina.

Sum áður nevnt eru tað oftandi soleiðis, at sett verða ov nógv politisk mál á skránna og har tað verður undirmett, hvørja orku og tíð tað krevur at fyriskipa og seta í verk. Harafturat er talan oftandi um mál, sum ikki flyta mørk ella skapa virðisøking í samfelagnum og vinnuni. Við verandi útgangsstøði í samfelagnum og vinnuni er tí týdningarmikið, at seta tey mál á politisku skránna, sum veruliga gera mun fyri samfelagið og búskapin, og sum eru realistisk at gjøgnumføra.

Til tess at tryggja politisk úrslit, hevur landsstýrið valt at arbeiða í nógv størri mun við langtíðarætlanum á búskaparpolitiska økinum. Á henda hátt verður tíð og orka til neyðugar fyrireikingar og rættar raðfestingar og harvið betri grundarlag fyri at skapa ítøkilig úrslit.

Tað, sum kortini avgerð allan munin er, hvørt landsstýrið, samgongan og løgtingið hava vilja og dirvið at taka tær politisku avgerðir, sum veruliga kunnu flyta mørk og virðisøkja okkara samfelag og vinnu.

ÚRSLIT FRÁ FØRDA POLITIKKINUM

Henda og eisini undanfarna samgonga hava í sambandi við altjóða búskaparkreppuna sett í verk nógv ymisk tiltøk fyri at minka um sveiggini í búskapinum, skapa stabilitet, og eisini minka um arbeiðsloysi og bygnaðarliga hallið hjá landskassanum.

Vøksturin í føroyska búskapinum (BTÚ) var í 2010 uppá heili 7 % ella heilar 842 mió.kr. sambært Hagstovuni. Hetta er ein vøkstur, sum eg sum Løgmaður fegnist um at fáa staðfestan og sum eg vil virka fyri heldur áfram. Vøksturin er ein tann størsti í Evropa í hesum truplu búskapartíðum.

Hallið á fíggjarlógini í 2011 bleiv ikki tær umleið 600 mió.kr. sambært fíggjarlógaruppskotinum, men verður væntandi millum 200 og 300 mió.kr. betri.

Hallið á fíggjarlógini í 2012 fer væntandi at verða umleið 200 mió.kr. vegna fleiri inntøkur frá tilfeingisgjaldi - og ikki tær 365 mió.kr., sum metingin í løtuni sigur.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at við neyðugum og ofta ópopulerum avgerðum, er talan um eitt niveauskifti í hallinum á fíggjarlógini, har vit hava arbeitt við tølum upp móti 800 mió.kr. í halli, td. í 2009. Hetta er hent undir okkara politisku leiðslu innanfyri bara 2-3 ár.

Tað varð eitt avlop á handilsjavnanum uppá 275 mió.kr. í 2010.

Vit fáa sostatt staðfest, at førdi búskaparpolitikkurin seinasti 2-3 árini virkar eftir endamálinum og er við at fáa samfelagsbúskapin aftur á beint. Gongdin í samfelagsbúskapinum bendir á, at vit eru á rættari kós og er hetta eisini eitt gott útgangsstøði fyri at menna búskapin víðari. Tað eru fleiri positiv tekin í okkara samfelagsbúskapi fyri tíðina, sum vit kunnu gleðast um.

Játtanarkarmarnir fyri 2012-2017 undir heitinum “Á rættari kós” hava fingið góð skotsmál frá Búskaparráðnum, men ikki óvæntað, atfinningar frá andstøðuflokkunum.

Tað skal verða mítt ynski og mín áheitan, at eisini andstøðan verður við, tá bæði rakstrarkarmar fyri 2012-2017 og løgukarmar fyri 2012-2024 verða til viðgerðar og støðutakan Løgtinginum.

Um bæði samgonga og andstøða megna at semjast um framtíðar játtanarkarmar og halda fokus, sum vit í stóran mun hava gjørt, síðani búskaparkreppan tók seg upp, so verða vit framhaldandi á røttu kósini.

Tað er eingin ivi um, at vit koma trygt ígjøgnum allar tær stóru avbjóðingar, vit hava havt síðani 2008, um vit halda áfram og gerða neyðugu bygnaðarbroytingarnar í okkara samfelag og vinnu. Tað er mikið hugaligari at sita við landsins leiðslu nú, enn í septembur 2008, tá allir pílar peikaðu beint niðureftir.

Higartil gongdin eigur at geva okkum áræði og trúgv uppá, at tað ber til. Vit kunnu veruliga skapa úrslit við at gera tiltøk, sum eitt nú í Ólavsøkupakkanum, og nýggj samstørv við minnilutasamgongu við nýggjum inntøkumøguleikum á okkara tilfeingi, umframt at leggja nýggjar langtíðarkarmar fram, hvar vit hava sett ”plenuklipparan” í kjallaran og seta nú størri orku av til at fremja bygnaðarbroytingar.

Samgongan kemur at halda áfram við tiltøkum, sum eru alneyðug, fyri at fáa okkara land styrkt burturúr størstu altjóða búskaparkreppuni í nýggjari tíð. Ikki tí, at nøkur av teimum eru populer, men tí tey eru neyðug, um vit skulu koma okkum burtur úr hallinum á landsins fíggjarlóg. Megna vit framhaldandi at skapa ein góðan búskaparvøkstur, so eru útlitini góð eisini fyri minkandi arbeiðsloysi og fólkavøkstri – mál, sum allir útjaðarar stríðast við í hesum døgum.

Tað vísir seg, at tær positivu søgurnar hava trupult við at sleppa framat í løtuni í almenna rúminum – fyri tað mesta er tað andstøðan, sum setir politisku dagsskránna í fjølmiðlunum.

Samgongan kann kortini við hesum vísa á fleiri positiv úrslit, sum er eitt gott grundarlag at byggja víðari á, umframt politiskar ætlanir, sum kunnu tryggja røttu karmarnar og kósina fyri samfelag og vinnu.

Tað skulu takast stór politisk tøk komandi árini. Sambandsflokkurin ynskir at verða við til at loysa truplu politisku uppgávurnar, gera neyðugu raðfestingarnar og seta í verk politisku tiltøkini. Tað verður kortini avgerandi, at hetta kann gerast í tøttum samstarvi við okkara samgongufelagaðar og aðrar flokkar í Tinginum. Ikki minst er tað týdningarmikið, fyri at náa munagóð úrslit, at samstarvið eisini fevnir um góð viðurskifti í Ríkisfelagsskapinum.

Fari at heita á tingmanning, landsstýrisfólk, floksins bakland og allar sambandsveljarar um at standa saman um flokkin og royna at gera tykkara ávirkan galdandi fyri, at floksins stevnumið verða fylgd og bestu úrslitini nádd.

Tað er eisini mín áheitan til okkum øll, samgongu, landsstýrið, Løgting og kommunur – um at hyggja frameftir, hugsa visjónert og brúka tíð og orku uppá mennandi og virðisskapandi loysnir, fyri at framtíðartryggja okkara samfelag og vinnu.

Fari í hesum sambandi at nýta høvi at takka okkara samstarvsflokkum fyri gott og mennandi samstarv – okkara landi at frama.

Sambandsflokkurin kann við teim sera positivu búskapartølunum seinastu vikurnar bert staðfesta við sjeytumma seymi, at vit gjørdu rætt at tæna okkara landi tá á stóð, og at okkara land og fólk høvdu brúk fyri okkara leiðsluevnum sum flokkur, og at vit høvdu dirvið at taka róðrið tann 26. septembur 2008 - sjálvt um vit vistu, at nógvir stormar vórðu fyri framman. Vit hava ongantíð slept róðrinum, men vit hava fingið nógvar brotasjógvar, onkran tí vit høvdu ov lítla kraft á maskinini og onkran, tí vit høvdu ov stóra kraft á maskinini, og vit hava eisini merkt, at skipið hevur lagt seg nógv til tíðir og hevur mangan tikið nógvan sjógv inn, og rútar á brúnni eru brotnaðir. Men vit sigla trygt við góðari kraft og eru á veg út á blíðari sjógv, sjálvt um tað verður sjaskveður eina tíð afturat.

Eg veit væl, at onkur av landsmonnum okkara heldur, at túrurin og leiðslan síðan 26. septembur 2008 hevur kravt ov nógv í mun til, hvat er kravt av øðrum umborð. Til tað er at siga, at vit øll hava ymiskar førleikar, og tyngstu byrðarnar skulu liggja á teim breiðastu og sterkastu herðunum. Hetta verður so sanniliga eisini galdandi umborð fyri restina av túrinum.

Tað er eingin ivi um, at saman koma vit trygt til lands, um vit fylgja tí kós, sum samgongan hevur stungið út í kortið. Sambandsflokkurin kann við røttum ryggi og við stoltleika í hjartanum og við ábyrgd á brúnni hóskandi brúka orðini hjá Ludvig Holberg: “Et er søkort at forstå, et andet er skib at føre”.** Fari at ynska tykkum framhaldandi ein góðan Landsfund.

Takk fyri øll somul!

Vinaliga

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins