Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Formaðurin í stýrinum fyri ALS leggur frá sær

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, heitti í gjár á stýrisformannin í Arbeiðsloysisskipanini um at leggja frá sær og hevur í morgun móttikið uppsøgn formansins.

- Tað er sera harmiligt, at ein dugnaligur stýrisformaður, ið hevur gjørt eitt gott og týðandi arbeiði, má fara frá. Málið um fráfaringaravtaluna til fyrrverandi stjóran á ALS er tó so mikið tyngjandi, at her var ongin annar útvegur.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at Alfred Petersen, stýrisformaður í ALS, í morgun hevur lagt formanssessin frá sær.

Landsstýrismaðurin heitti í gjár á stýrisformannin í Arbeiðsloysisskipanini um at leggja frá sær, og hann hevur í morgun móttikið uppsøgn formansins.

- Sum landsstýrismaður kann eg ikki liva við, at fyrrverandi stjórin hevur fingið eina ómetaliga lukrativa fráfaringaravtalu, samstundis sum neyðugt hevur verið at herða treytirnar hjá teimum, sum fáa stuðul úr ALS.

- Vónandi kann hetta stig bøta um álitið á og trúvirðið hjá Arbeiðsloysisskipanini.