Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forlagssamstarv í ríkisfelagsskapinum

Saman við danska forlagnum Systime er Nám farið undir slóðbrótandi samstarv um sBøkur. Samstarvið leggur lunnar undir samvirknar og dagførdar bøkur til lærarar og næmingar í Føroyum.

Nám hevur gjørt avtalu við virðislønta danska forlagið Systime um at skapa samvirknar bøkur á netinum, nevndar sBøkur. Endamálið við føroysk-donsku avtaluni er at útvega lærarum og næmingum tað besta talgilda og dagførda tilfarið á føroyskum máli.

Samstarvið millum Systime og Nám hevur stórar møguleikar. Føroyskt eru eitt avmarkað máløki, sum er undir stórum trýsti, ikki minst frá innihaldsliga floyminum í nýggju talgildu miðlunum. Miðvíst arbeiði er neyðugt, skulu vit varðveita føroyskt sum sjálvstøðugt fakmál. Við samstarvinum millum Nám og Systime verður føroyskt innihald tøkt á virðislønta sBóka undirstøðukervinum hjá Systime.

Við liðiliga sBóka undirstøðukervinum ber til at útvega gott og dagført tilfar, serliga til føroysku miðnámsskúlarnar, har stórur tørvur er á føroyskum tilfari. sBókin kann í sínum skapi gera næmingar og lærarar meira tilvitaðar um føroyska málið og leggja lunnar undir betri læring í talgildu skúlastovuni.

Avtalan gevur føroysku miðnámsskúlunum heilt nýggjar møguleikar, og vísir á viljan til ítøkiligt samstarv í ríkisfelagsskapinum.

1. november 2012 kom føroyska týðingin av From Where You Are hjá Systime, og í næsta skúlaári koma tvær nýggjar sBøkur á føroyskum, sum Nám í báðum førum hevur ment. Onnur er til føroyskt á miðnámi og hin til 7. flokk í søgu. Bæði innihald og stýriknøttar í sBókunum hjá Námi eru á føroyskum.

Longu nú eru hugskot frammi um bæði at týða verandi sBøkur hjá Systime og menna nýtt tilfar til føroysku skúlaskipanina.

Nám og Systime síggja fyri sær, at henda samstarvsavtala kann birta upp undir breiðari norðurlendskt samstarv millum fleiri forløg, ið fara at gera talgildar undirvísingarmiðlar, sum sBókina, sum í Danmark er fyrimyndin, tá ið talan er um innovativa og kreativa læru og miðlan.

Fyri at fáa nærri upplýsingar ber til at seta seg í samband við:

Poul Henrik Mikkelsen

Stjóri í Systime

Magnus Tausen

Stjóri í Nám

Tlf. +45 80203186 *  Tlf. 555150