Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Bjørn Kalsø má steðgast. Føroya Pedagogfelag fer ikki at góðtaka, at ein forskúlakunngerð, sum ongi atlit tekur til pedagogiska fakligheit, men sum kortini grundleggjandi ger seg inn á okkara sáttmálaøki, bara verður smoygd oman yvir okkum, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Forkvinnan øtast:Forskúlakunngerðin verður lýst 1. august

Bert kommunurnar hava fingið forskúlakunngerðina til hoyringar enn einaferð, men sama hvat svarið verður, so verður hon lýst 1. ugust, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. – Hetta er eitt groft álop á pedagogfakligheitina og á okkara limir. Vit krevja at kunngerðin verður send okkum til nýggja hoyring, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skúgvar nú alla mótstøðu til viks og lýsir kunngerðina um forskúlar, sum var gjørd longu í 2010, tá Helena Dam á Neystabø var landsstýriskvinna í mentamálum. “Síðani tá eru forskúlar settir á stovn, sum hava virkað eftir kunngerðini, tó at hon ikki er lýst. Tað er ikki haldgott at halda fram soleiðis, og tí vil eg nú hava sett kunngerðina í gildi, so lóg og rættur eisini verður galdandi fyri hesar forskúlarnar”, sigur landsstýrismaðurin.

Kunngerðin møtti so harða mótstøðu, tá hon var til hoyringar í 2010 – serliga frá Føroya Pedagogfelag og kommununum – at hon ongantíð varð lýst.

Men tað verður hon altso nú, hóast mótstøðan frá í øllum førum Føroya Pedagogfelag ikki er minkað.

Groft álop

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sigur, at hon øtaðist, tá hon umvegis heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag frætti, at kunngerðin nú verður lýst.

“Hetta er eitt groft álop á pedagogfakligheitina og á okkara limir. Vit krevja, at kunngerðin verður send okkum til nýggja hoyring. Pedagogar skulu ikki brúkast til at lækka kostnaðin av einum foskúlatilboði, har vit ongan sáttmála hava”, sigur hon.

Forkvinnan sigur forskúlakunngerðina vera smoygda niður yvir pedagogarnar, uttan at lurtað verður eftir teimum yvirhøvur.

“Forskúlarnir vóru og eru eitt læraraprosjekt, og ongar broytingar eru gjørdar í kunngerðartekstinum, síðani bæði vit og kommunurnar vendu uppskotinum í hurðini seinast. Vit mugu bara staðfesta, at landsstýrismaðurin enn einaferð er hoyknaður undir trýstinum frá Føroya Lærarafelag”, sigur Maud Wang Hansen.

Bjørn Kalsø sigur seg hinvegin hava lurtað eftir atfinningunum og tilmælunum frá pedagogunum.

“Vit hava broytt orðingar í kunngerðini og tikið aðrar við, so meira dentur verður lagdur á menningina av børnunu gjøgnum spæl og skapandi virksemi og á teir sosialu førleikarnar”, sigur landsstýrismaðurin.

Ein skúlakunngerð

Hesum vísir forkvinnan í Pedagogfelagnum aftur.

“Hvat fyri orðingar? Vit hava ikki sæð nakað nýtt uppskot. Tí skilji eg heldur ikki, hvat landsstýrismaðurin hevur bíðað eftir, tá hann kortini ikki hevur tikið atlit til nøkur ynski frá pedagogunum, men bara koyrir kunngerðina ígjøgnum, soleiðis sum lærararnir vilja hava hana. Tá kundi hann tað sama havt lýst kunngerðina beinanvegin, tá hann tók við sum landsstýrismaður fyri meira enn hálvum øðrum ári síðani”.

“Kunngerðin snýr seg grundleggjandi um skúling og læring, hóast lærararnir bert hava kunnað borðreitt við onkrum eftir mínum tykki veikum argumentum um, at børnini eru ov sein at læra at lesa, og tí er neyðugt við forskúlum. Føroya Pedagogfelag, námsfrøðingar úti á arbeiðsplássunum og okkara hollasti fakkunnleiki hevur hinvegin borðreitt við bæði nógvum og drúgvum og hartil vísundaliga væl undirbygdum argumentum fyri, at tað er skeivt at skipa forskúlarnar eftir tí leisti, teir higartil eru skipaðir eftir, og sum kunngerðin tekur støði í”, sigur Maud Wang Hansen, sum ikki dylir, at hon er sera vónbrotin um atferðina hjá landsstýrismanninum.

Hevði væntað annað

“Eg má siga, at eg hevði væntað okkurt annað eftir seinasta fundin, vit høvdu við hann. Tá tyktist hann hava fatan fyri okkara sjónarmiðum, og hann lovaði okkum at fáa dagstovnaráðið at virka, soleiðis at tað kundi ráðgeva og tilmæla eisini í hesum málinum. Men tað er ikki hent”, staðfestir forkvinnan í Pedagogfelagnum. Bjørn Kalsø sigur, at hann roynir at fáa dagstovnaráðið at virka, men at tað tíverri ikki eydnaðist at koma á mál við tí, áðrenn forskúlakunngerðin má lýsast, um hon skal fáa virknað við skúlaársbyrjan. Og skyldina fyri, at ráðið ongantíð fór til arbeiðis, eftir at tað var skipað, fær undankvinna hansara í landsstýrissessinum, Helena Dam á Neystabø.

“Tað var hon, sum legði lunnar undir dagstovnaráðið, men onkursvegna fóru hon og kommunurnar tvør fyri hvør av øðrum, so ráðið hevur ligið lamið, síðani tað varð stovnað. Men eg havi tosað við kommunurnar, og tær eru sinnaðar at spæla við. Nú skulu vit finna út av, um verandi dagstovnaráð skal fáast at virka, ella vit skulu hava eitt nýtt eftir einum eitt sindur øðrvísið leisti”, sigur Bjørn Kalsø.

Krav um samstarv

Hann vísir aftur, at forskúlakunngerðin bara er gjørd eftir uppskrift hjá lærarunum.

“Kunngerðin sigur, at lærarar og pedagogar skulu samstarva um forskúlarnar, og hon leggur dent á pedagogikkin. At evsta valdið liggur hjá skúlaleiðslunum er ein sjálvfylgja, tí kunngerðin er gjørd við heimild í fólkaskúlalógini. Tað merkir, at forskúlarnir verða knýttir at skúlum, og skúlastjórin eisini verður stjóri fyri forskúlanum. Men tað eigur ikki at merkja, at tað pedagogiska innihaldið verður minni fyri tað”, sigur Bjørn Kalsø.

Jú, heldur Maud Wang Hansen, júst henda konstruksjónin er ein avgerandi trupulleiki, um pedagogikkurin skal setast í hásæti.

“Um forskúlarnir snúðu seg um, at geva teimum seks ára gomlu eitt øðrvísið tilboð, ið hóskaði til teirra aldur, men sum ikki hevði til endamáls at flyta tey úr einu pedagogiskum umhvørvi og í eitt skúlaumhvørvi við fokus á læring, so skuldi kunngerðin verið gjørd við støði og heimild í dagstovnalógini og ikki í fólkaskúlalógini”, leggur hon dent á.

Bert kommunurnar verða hoyrdar

Bjørn Kalsø hevur sent kunngerðina til nýggja hoyring hjá kommununum, men undirstrikar kortini, at avgerðin um at seta hana í gildi nú er tikin, sama hvat svarið frá kommununum verður.

“Kommunustýrini eru jú rættiliga nýggj, og við at senda teimum kunngerðina til hoyringar aftur, gevi eg øllum teimum nýggju kommunustýrislimunum høvi til at seta seg inn í hetta málið og annars geva kommununum eina frágreiðing enn einaferð”, sigur Bjørn Kalsø.

Til hetta hevur Maud Wang Hansen hesa viðmerking:

“Um slík atlit skulu takast, so átti Føroya Pedagogfelag sanniliga eisini at fingið kunngerðina til nýggja hoyring, tí okkara nevnd er eisini nýggj.”

Kelda: www.pedagogfelag.fo