Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen kennir seg bæði lumpaða og misbrúkta, tí leyst prát á fyrireikandi gerðarrættarfundi seinni vísti seg at vera brúkt sum rættarligt forhoyr: - Halgir Winther Poulsen, dómari, vissaði okkum meira enn einaferð um, at talan ikki var um avhoyring í málinum, men “bara snakk”, sum hann málbar seg, sigur ørkymlaða forkvinnan í Føroya Pedagogfelag.

Forkvinnan kennir seg misbrúkta og lumpaða

Maud Wang Hansen øtast um, at leyst prát á einum fyrireikandi og óformligum fundi verður brúkt sum grundarlag fyri úrskurðinum hjá Fasta Gerðarætti í málinum um stríðsstigini móti forskúlunum. Talan er um eitt stórt álitisbrot, sigur hon. Eisini Sigmund Poulsen, advokatur, er illur og undrast á fakliga støðið í úrskurðinum, ið millum annað ger av, at ein semja er galdandi um námsfrøðingalønirnar í forskúlunum, sjálvt um bæði Føroya Pedagogfelag og KAF eru samd um, at hesi størvini ikki eru flokkað.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

“Eg toli at tapa eitt mál, og tað er tað altíð vandi fyri í stríðsmálum á arbeiðsmarknaðinum, men at verða offur í einum skitnum spæli, har Fasti Gerðarrætturin ikki ger sítt arbeiði og setur allar fyriskrivaðar mannagongdir til viks, tað finni eg meg ikki í.

Maud Wang Hansen er avgjørd í síni niðurstøðu, eftir at Fasti Gerðarrættur fríggjadagin gjørdi úrskurð í málinum um blokaduna og lýsta arbeiðssteðgin, sum Føroya Pedagogfelag hevur framt móti landsins forskúlum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hevði kært málið til gerðarrættin við kravi um, at stríðsstigini vórðu dømd at vera óheimilað.

Feilir í rættargongd

Fasti Gerðarrættur gav KAF viðhald, men bæði nevndin í Pedagogfelagnum og Sigmund Poulsen, advokatur, ið umboðaði felagið í gerðarrættinum, eru samd um, at grundleggjandi feilir hava verið í málsgongdini. Tí verður beinanvegin biðið um, at málið verður uppafturtikið við Fasta Gerðarrætt sum serliga týðandi mál við luttøku av øllum gerðarrættardómarunum. Somuleiðis verður umhugsað eisini at lata inn stevning við kravi um at fáa úrskurðin ógildaðan vegna munandi formlig brek í málsviðgerðini. Klaga um málsviðgerðina verður eisini send nevndini fyri Fasta Gerðarrætt, men ivasamt er, hvat hon kann gera.

Men í fyrstu syftu stendur úrskurðurin frá fríggjadegnum við, og tí hevur Pedagogfelagið verið noytt at avlýsa bæði blokaduna, sum varð lýst 2. mai, og sum noktaði limum felagsins at søkja størv í forskúlunum, og arbeiðssteðgin, sum var lýstur 23. mai at fara í gildi á midnátt 17. august.

Maud Wang Hansen øtast um, at úrskurðurin í stóran mun er grundaður á leyst prát á einum fyrireikandi úrskurðarfundi hósdagin.

"Halgir Winther Poulsen, dómari, vissaði okkum meira enn einaferð um, at talan ikki var um avhoyring í málinum, men “bara snakk”, sum hann málbar seg. Tað var við tí fatan, at eg fór av tí fundinum. Ein veruligur úrskurðarfundur skuldi jú eisini verða, og vit skuldu frætta nærri frá gerðarrættinum, nær tann fundurin skuldi vera.

Tann fundurin varð avlýstur eftir ynski frá gerðarrættardómaranum, men nú verða mínar útsøgnir á fyrireikandi fundinum knappliga brúktar í úrskurðinum. Eg kenni meg misbrúkta og tað við lít, tí talan er jú um eitt groft álitsibrot,”, sigur hon.

Avgjørt frammanundan

Bæði Sigmund Poulsen og Gunn Ellefsen, advokatur, ið umboðaði KAF í málinum, eftirlíkaðu dagin eftir fyrireikandi fundin eini umbøn frá Halgiri Winther Poulsen um at fráfalla úrskurðarfund.

“Vit fingu at vita, at málið var so greitt, at tað var óneyðugt at hoyra partarnar. Eg má siga, at eg bara kundi ímynda mær ein møguleika fyri, hví gerðarrætturin helt málið vera so greitt, at tað ikki var neyðugt við avhoyringum: At Pedagogfelagið longu út frá tí skrivliga tilfarinum fekk viðhald, og at stríðsstigini tískil vóru heimilað. Tí so greitt helt eg sjálvur málið vera. Tí eftirlíkaði eg eisini umbønini.”

“Aftaná kunnu vit so kjakast um, hvørt tað var skeivt at ganga við til at leypa úrskurðarfundin um ella ikki, men signalið, vit fingu við umbønini, var jú, at avgerðin longu var tikin – at rætturin ikki tímdi at hoyra partarnar, tí hann longu hevði tikið støðu. Tá so er, vænti eg ikki, at ein formligur úrskurðarfundur við avhoyringum hevði broytt nakað sum helst upp á avgerðina, líka mikið hvussu skeiv hon var”, sigur Sigmund Poulsen.

Løgin premiss

Hann undrast á høvuðsgrundarlagið undir úrskurðinum – nevniliga at meirilutin í gerðarrættinum staðfestir, at námsfrøðingastørvini í forskúlunum longu eru umfatað av sáttmálanum fyri námsfrøðingarnar á dagstovnunum, tí teir hava verið løntir eftir hesum sáttmála í nøkur ár, og at ongar ásetingar um forskúla komu í seinastu sáttmálasemjuni, sum varð gjørd 15. januar í ár.

“Partarnir hava allan vegin verið samdur um, at talan er um størv, sum ikki eru flokkað. Partarnir høvdu sjálvir sett 1. mai 2014 sum freist fyri at fáa hesa flokking framda. So um støðan er, sum meirilutin í Fasta Gerðarrætti sigur, at námsfrøðingastørvini í forskúlunum longu eru umfatað av og flokkað eftir sáttmálanum fyri dagstovnaøkið, hví hava bæði KAF og Pedagogfelagið so eina heilt aðra fatan av støðuni og hava í meira enn eitt ár verið í einari tilgongd at flokka hesi somu størvini”, spyr Sigmund Poulsen.

At KAF viðurkennir, at forskúlastørvini ikki eru flokkað, sæst millum annað týðuliga í einum skrivi til Pedagogfelagið eftir ein fund millum partarnar 18. juli í fjør.

Her skrivar KAF millum annað soleiðis:

“Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir ikki, at økið um forskúla og innihaldið í starvinum er nóg væl lýst til at fáa umrøddu flokkingar gjørdar, áðrenn skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin, og hevur umrøtt við felagið, um tað ikki eftir nevndu umstøðum hevði verið skilagott, at tey settu starvsfólkini halda fram komandi skúlaár við teimum lønum, sum tey hava higartil hava fingið, soleiðis at kommunufeløgini fáa høvi til at viðgera viðurskiftini innan forskúlaøkið nærri, soleiðis at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag kunnu arbeiða víðari við flokkingum á økinum komandi árið.”

Andsøgn

Júst hetta, at námsfrøðingastørvini í forskúlunum als ikki eru flokkað sambært veruleikanum, soleiðis sum bæði KAF og Pedagogfelagið uppfata hann, er kanska orsøkin til, at Fasti Gerðarrættur ikki vil taka støðu til triðja og seinasta málskravið í kæruni hjá KAF.

Hetta málskravið snýr seg um, at KAF vildi hava Pedagogfealgið dømt at viðurkenna, at tað hevur brotið semjuna frá 15. januar í ár, tí felagið “ikki vil føra veruligar/seriøsar samráðingar viðvíkjandi flokkingini av størvunum hjá pedagogum í forskúlunum.”

Men tá Fasti Gerðarrættur í síni grundgeving fyri at geva KAF viðhald í teimum báðum fyrstu málskrøvunum um at døma stríðsstigini óheimilað, hevur gjørt av, at størvini longu eru flokkað og avgreidd, so ber illa til hjá gerðarrættinum eisini at døma um, hvørt annar ella hin parturin vil føra seriøsar samráðingar um hesa somu flokking. Tað vildi verið ein heldur eyðsýnd andsøgn. (Úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti er viðheftur sum pdf-fíla undir greinini).

Týðandi mál

Úrskurðir hjá Fasta Gerðarrætti eru endaligir og kunnu tískil ikki skjótast inn fyri hægri rætt, men rætturin kann í serligum førum, um formansskapurin er samdur um tað, taka mál upp til nýggja viðgerð sum týðandi mál eftir áheitan frá einum parti í málinum. Tá tað hendir, skulu allir átta gerðarrættarlimirnir taka lut í viðgerðini. Og tað er júst tað, sum Føroya Pedagogfelag krevur orsakað av rættargangsfeilunum, ið gjørdir eru.

Umframt at brúka leyst og óformligt prát á einum fyrireikandi fundi sum grundarlag undir einum endaligum úrskurði, hevur Fasti Gerðarrættur gjørt minst ein annan feil í málinum.** Í grein 8 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrættin stendur nevniliga soleiðis um málsgongdina, tá talan er um óheimilað stríðsstig:

“Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Formaðurin kann í átrokandi málum einsamallur gera fyribilsúrskurð.”

Ongar ásetingar eru um undantøk, men tað kann staðfestast, at málið snýr seg um óheimilað stríðsstig, og at KAF kærdi tað í gerðarrættin 23. juni. Fyrireikandi fundurin varð hildin hósdagin 2. Juli og úrskurðurin sagdur 3. juli. So hvørki freistin fyri fyrireikandi fundinum ella fyri úrskurðinum eru hildnar í samsvar við sáttmálaásetingarnar fyri Fasta Gerðarrætt.

Sáttmálin fyri Fasta Gerðarrættin sæst her: http://www.fg.fo/index.asp?pID={12DD12D2-59E5-47EA-A7D2-15AB6DA6964B}}