Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Pedagogfelag hevur ikki enn tikið støðu til, um dómurin í málinum millum felagið og Vágs Kommunu skal kærast, men eins fegin, forkvinnan í Pedagogfelagnum er um greiða sigurin hjá teimum trimum starvsfólkunum, eins hørm er hon um hin partin av dóminum, sum sigur tað vera í lagi, at Vágs Kommuna savnaði alt dagstovnaøkið undir eina leiðslu, áðrenn nýggi stovnurin var bygdur, og dagstovnur og frítíðarskúli tískil húsaðust á hvør sínum staði í bygdini.


Forkvinnan bæði gleðist og harmast um dóm

Føroya Rættur hevur kolldømt uppsøgnina av trimum leiðandi námsfrøðingum í Vágs Kommunu og dømt kommununa at rinda teimum 75.000 krónur í part í endurgjaldi. To staðfesti rætturin, at tað var í lagi, at kommunan setti ein leiðara til fleiri geografiskt spjaddar námsfrøðiligar eindir.

“Eg eri sera fegin vegna teir tríggjar námsfrøðingarnar, sum fingu so óvirðiliga viðferð av Vágs Kommunu, at eisini Føroya Rættur heldur tey hava verið stórum órætti. Tey hava fingið fullkomna uppreisn og eitt lítið pengaligt plástur á sárið, og tað er gott.”

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, nú Vágs Kommuna er dømd at rinda Unn Michelsen, Eilen D. Simonsen og Sørin Richardt 75.000 krónur í part í endurgjaldi. Tað hevur Føroya Rættur avgjørt.

Orsøkin er, at uppsagnirnar av teimum trimum fyrrverandi leiðarunum á dagstovnunum í Vágs Kommunu sambært dóminum ikki vóru sakliga grundaðar.

Unn Michelsen var í farloyvi sum leiðari í barnagarðinum Eikilund í Vági, Eileen D. Simonsen var virkandi leiðari í hennara stað, og Sørin Richard var leiðari í frítíðarskúlanum í Vági, tá tey øll trý vórðu søgd úr starvi við virknað frá 1. mai 2012.

Frammanundan høvdu tey trý fingið ætlanarskriv um uppsøgnina, Sørin Richardt fekk sítt 30. august 2001, og Unn Michelsen og Eilen D. Simonsen fingu síni 7. oktober 2011. Ongin av teimum góðtók ætlanarskrivini.

Ein leiðsla fyri alt økið

Í ætlanarskrivunum vóru uppsøgnirnar grundaðar á ætlaðar bygnaðarbroytingar. Vágs Kommuna ætlaði sær at byggja ein nýggjan dagstovn, sum skuldi rúma bæði barnagarði, vøggustovu og frítíðarskúla. Ráð vóru tó ikki til eisini at lata nýggja stovnin hýsa eini vøggustovu, og tí skuldu tey smæstu børnini framhaldandi ansast í dagrøkt. Men øll dagstovnaskipanin – barnagarður, frítíðarskúli og dagrøkt – skuldi hava eina leiðslu.

Men nýggi stovnurin varð ikki liðugur at taka í nýtslu fyrr enn 1. mai í ár. Dómurin staðfestir eisini, at Vágs Kommuna hevur framt so álvarsamt brot á reglurnar um grundgeving og hoyring í sambandi við uppsagnirnar, at hetta brot einsamalt eigur at føra til ógildan av uppsøgnunum.

Kommunan hevur nevniliga brúkt ymiskar grundgevingar fyri, hví leiðslubroytingar skuldu gerast á ansingarøkinum.

Tað er tulkingin av § 8 í dagstovnalógini, ið er stríðsspurningurin, tá tað snýr seg um at gera av, um fleiri dagstovnar kunnu hava felags leiðslu.

Greinin ljóðar soleiðis:

Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin. Starvið skal lýsast leyst alment.

Stk. 2. Í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum heimila kommununum í heilt serligum førum at geva varandi undantaksloyvi frá útbúgvingarkravinum.

Stk. 3. Kommunan setir onnur fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Størvini skulu lýsast leys alment.

Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.

Uppáhaldið hjá Føroya Pedagogfelag er, at orðingin Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving í stk 1 merkir, at tað skal vera ein leiðari á hvørjum stovni.

Vágs Kommuna helt hinvegin upp á, at endamálið við grein 8 er at staðfesta, hvørji krøv um útbúgving skulu setast stovnsleiðarum, og hesum tók Føroya Rættur undir við í sínum dómi.

Ymiskar grundgevingar

Í einum svarskrivi í málinum sigur kommunan til dømis, at leiðslubroytingarnar skuldu gerast, áðrenn nýggi dagstovnurin var liðugur, tí man metti hetta vera bíligasta og besta loysnin. Men í ætlanarskrivunum til Sørin Richardt og Unn Michelsen verður uppsøgnin grundað á, at kommunan vil hava eina leiðslu til alt dagstovnaøkið. Her varð onki nevnt um, at tað var fyri at spara pengar.

Eisini verður í dóminum staðfest, at Vágs Kommuna hevur skúgva fyrisitingarligu grundregluna um proporsjonalitet til viks.

Henda grundregla ásetir, at ein setanarmyndugleiki altíð skal velja tað minst møguliga inntrivið, um neyðugt er at gera inntriv í setanarviðurskifti hjá einum starvsfólki.

Hetta kundi Vágs Kommuna havt gjørt við at boði teimum trimum annað starv. Tað gjørdi kommunan ikki, hóast hon lýsti eftir fólki og setti fleiri fólk í starv innan barnaansingina stutt eftir, at tey trý høvdu fingið durafjórðingin.

Í dómsviðgerðini verður hesin umsitingarfeilur eisini mettur at vera so álvarsamur, at hann einsamallur eigur at hava ógildan av uppsøgnunum við sær.

Misti bæði størvini

Uppsøgnin av Eilen D. Simonsen var serlig á tann hátt, at hon var í starvi í dagstovinum Eikilund sum námsfrøðingur og bert var virkandi leiðari, meðan Unn Michelsen var í farloyvi. Kortini varð Eilen D. Simonsen ikki bert søgd úr leiðarastarvinum, men fekk eisini sparkið sum námsfrøðingur. Kommunan tvíhelt um, at Eilen D. Simonsen hevði sagt starvið sum námsfrøðingur frá sær, tí hon ikki hevði biðið um farloyvi frá tí. Júst hetta hevði hon annars spurt seg fyri um hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Vági, sum vissaði hana um, at tað var ikki neyðugt hjá henni at biðja um farloyvi úr sínum veruliga starvi, meða hon fyribils røkti leiðarstarvið.

Føroya Rættur vísti eisini greitt aftur, at Eilen D. Simonsen hevði sagt seg úr starvi, tá hon ikki bað um farloyvi. Í dóminum verður nevniliga víst á, at um hon hevði sagt upprunaliga starvið frá sær, so var ongin grund til at geva henni ætlanarskriv og siga hana upp sum leiðara, tí hetta starvið var frammanundan tíðaravmarkað til 1. mars 2012 – tveir mánaðar áðrenn sjálv uppsøgnin skuldi fáa virknað – tá Unn Michelsen eftir ætlan skuldi koma aftur í leiðarastarvið.

Vónsvikin leiðari

Unn Michelsen hevði boðað frá, at hon ikki ætlaði sær at koma til arbeiðis 1. mars 2012 og arbeiða teir tveir mánaðirnar, til hon 1. mai skuldi út sambært uppsøgnini. Hesum boðaði hon frá, tá Petry Joensen, kommunustjóri, beinleiðis spurdi hana um hetta í einu telduposti.

Men í dóminum verður staðfest, at tað mátti metast at vera avtalað við kommununa, at leiðarin ikki fór aftur til arbeiðis, tí um Vágs Kommuna metti fráveruna at vera í stríð við setanartreytirnar, átti kommunan at hava gjørt vart við seg og sett tiltøk í verk í sambandi við fráveruna.

Uppreisnin og endurgjaldið, sum teir tríggir fyrrverandi námsfrøðiligu leiðararnir í Vágs Kommunu hava fingið, mugu sigast at vera ein undirstriking av boðskapinum í svarinum, sum Unn Michelsen sendi kommunustjóranum Petry Joensen, tá henda vildi vita, um leiðarin ætlaði sær aftur í starvið, tá farloyvistíðin var úti 1. mars í fjør – eftir at hon hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Unn Michelsen svarar soleiðis:

“Eg havi valt ikki at koma aftur í starvið sum leiðari í Eikilund. Eg vil bara siga, at eg føli meg lítið virda sum medarbeiðari í Vágs Kommunu. Hetta er ein ógvuliga keðiligur máti at enda okkara samstarv. Um tit vilja arbeiða fyri starvsfólkarøkt, er hetta ikki mátin at fáa fólk at trívast í Vágs Kommunu.”

Forkvinnan harmast

Eins fegin, forkvinnan í Pedagogfelagnum er um henda greiða sigurin hjá teimum trimum starvsfólkunum, eins hørm er hon um hin partin av dóminum, sum sigur tað vera í lagi, at Vágs Kommuna savnaði alt dagstovnaøkið undir eina leiðslu, áðrenn nýggi stovnurin var bygdur, og dagstovnur og frítíðarskúli tískil húsaðust á hvør sínum staði í bygdini.

Løgfrøðiligi dysturin hevur tó snúð seg um, hvussu hugtakið dagstovnur skal skiljast í dagstovnalógini, tí ongin ivi eru um, hvat hon bókstaviliga sigur: At hvør stovnur skal hava ein leiðara. Pedagogfelagið hevur hildið fast um – og heldur enn fast um – at ein stovnur bara kann hava ein bústað. Tað merkir, at hann ikki kann liggja spjaddur á fleiri geografiskt atskildum bústøðum, sum talan var um í Vági.

Men hesum var rætturin tó ikki samdur í. Í dóminum verður víst á viðmerkingarnar til dagstovnalógina, har tað millum annað verður sagt, at fleiri kommunur kunnu samstarva um at hava eina felags leiðslu um til dømis dagrøktarskipan. Hetta kann so eisini tulkast yvir á dagstovnaøkið, heldur Føroya Rættur.

Niðurstøðan er, at um leiðslusamstarv kann vera millum fleiri kommunur, so má tað í minst líka stórt mát kunna loyvast millum stovnar í einari kommunu. Eisini nevnir dómurin fyridømi frá øðrum kommunum sum grundarlag fyri at siga, at tað var í lagi, at Vágs Kommuna skipaði barnaansingina undir einari leiðslu, meðan hon enn var spjadd á ymiskar bústaðir.

“Júst hetta við at flyta ásetingar fyri dagrøktina yvir í dagstovnaskipanina er veikleikin í úrskurðinum – tá talan er um at samskipa dagrøktir gevur lógin heimild – men tað stendur onga stðani í lógini, at man kann samskipa dagstovnar. Dagrøktin er ein heilt annar strukturur og hevur eingi krøv til útbúgvin starvsfólk, bara leiðslan skal vera námsfrøðingur. Uppgávan hjá einum dagstonvaleiðara er at leiða fakfólk, meðan leiðslan hjá einari dagrøkt ikki skal leiða fakfólk, men ófaklærd, og dagrøkt er júst ein ansingarskipan og ikki eina dagstovnaskipan”, vísir forkvinnan í Pedagogfelagnum á.

Ongin ivi

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, óttast møguligu avleiðingarnar av hesum partinum av rættarúrskurðinum.

“Í okkara heimi er ongin ivi um, at orðingin í dagstovnalógini um, at hvør stovnur skal hava eina leiðslu, eisini skal skiljast reint fysiskt. Ein stovnur er ein námsfrøðilig eind undir sama taka á somu adressu við útlærdum námsfrøðingum. Føroya Rættur gav okkum ikki viðhald í málinum í Vági, men tað er mín vón, at aðrar kommunur ikki fara at gera sær dælt av hesum dóminum og misnýta hann til gera, sum tær vilja, tá tær skipa dagstovnaøkið”, sigur hon.

Pedagogfelagið hevur ikki enn tikið støðu til, um dómurin skal kærast til Landsrættin.

Dómurin kann tó neyvan sigast at vera generellur og tískil nýtast sum fyridømi og grundgeving fyri, at kommunur nú uttan nakað kunnu skipa dagstovnaøkið undir eina leiðslu, tó at stovnarnir hava ymiskan bústað. Tí í dómsviðgerðini verður eisini staðfest, at Mentamálaráðið hevur sagt nei í ávísum førum, har kommunur hava ætlað at leggja atskildar stovnar undir eina leiðslu.

Í dómsviðgerðini verður staðfest, at ásetingarnar í dagstovnalógini ikki kunnu tulkast soleiðis, at tær banna felags leiðslu fyri fleiri dagstovnar. Men øvugt verður eisini staðfest, at lógin heldur ikki beinleiðis heimiðlar, at bert ein leiðari kundi setast fyri øll dagstovnatilboðini í Vágs Kommunu.