Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forkunnugar fotomyndir úr Føroyum

Leygardagin 7. desember letur upp ein forvitnislig framsýning við yvir 100 ára gomlum myndum í Spaniastovu í Klaksvík, og samstundis verða upprunaligu glaspláturnar latnar Norðoya Fornminnasavni í varðveitslu.

Tað er fotografurin Per á Hædd, sum í 1977 keypti ein kassa við 140 glasplátum frá einum donskum starvsbróðuri, men nú ætlar Per at lata Norðoya Fornminnasavn fáa pláturnar. Í tí sambandi verður skipað fyri stórari framsýning av myndunum í Spaniastovu í Klaksvík.

– Tann fotografurin, sum hevur tikið allar hesar myndirnar, eitur Anders Peter Hansen, og hann var í Føroyum í 1911 og tók myndir ymsastaðni, greiðir Per frá hesum stóra og forkunnuga myndasavni sínum, ið fevnir um sera góðar myndir, har dygdin er á høgum stigi.

– Talan er um myndir í Norðoyggjum, Eysturoynni og fyri ein part Streymoynni, og nógv er lokaliserað á myndunum. Har eru hvalastøðir, bátsmanningar, bygdir, neytakonur, fiskaarbeiði, og sum heild er talan um stemningsfullar fotomyndir, har tú sært torvroykin úr skorsteinunum.

Dygdargóðar myndir

Myndirnar eru millum ár og dag brúktar til frímerki, bókaútgávur og annað, og tær eru allar skannaðar inn í bestu dygd, so tað í dag ber til at skriva út einastandandi dygdargóðar og stórar myndir.

– Nú havi eg átt hesar myndirnar í yvir 35 ár, so eg havi nú hug at enda henda kapitulin við at donera Norðoya Fornminnasavni allar glaspláturnar, samstundis sum eitt gott úrval av myndunum verður víst fram, sigur Per á Hædd.

– Eg havi valt einar 35 av teimum 140 myndum út, sum eg havi fingið gjørt í stórari stødd, men eisini eru smærri eintøk av myndunum at síggja, umframt at fólk kunnu síggja sjálvar glaspláturnar og eitt myndatól av sama slag, sum Anders Peter Hansen brúkt og ferðaðist um oyggjarnar við.

Eisini bókaútgáva

Harumframt hevur Steffen Stummann Hansen funnið fram eina rúgvu av upplýsingum um Anders Peter Hansen og eitt nú fingið staðfest, júst nær hann var í Føroyum og tók allar hesar myndirnar. So mikið nógv hevur Steffen grivið fram um fotografin, at hann hevur skrivað bók, ið kemur út og verður løgd fram, samstundis sum framsýningin letur upp.

Framsýning í Spaniastovu í Klaksvík letur upp leygardagin 7. desember klokkan 12, og klokkan 15 verður móttøka, har Per letur fornminnasavninum myndirnar og bókin hjá Steffen Stummann Hansen verður løgd fram. Báðir fara teir eisini at greiða frá undir móttøkuni.

Leygardagin er framsýningin opin frá klokkan 12 til 22 og sunnudagin frá klokkan 14 til 20, og annars kann hon síggjast í Spaniastovu restina av árinum, tá tiltøk eru har. Eisini bera til at keypa myndir, meðan framsýningin er, eins og bókin hjá Steffen Stummann Hansen fæst til keyps.