Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forkunnug framsýning og konsert við Hanusi og bólki í Reinsarínum

Týskvøldið 16. desember, kl. 20.00, verður ein heilt serstøk konsert í Reinsarínum við Hanusi G. Johansen saman við fullum tónleikabólki í sambandi við eina forkunnuga framsýning við myndum hjá Archie Black av Hanusi. 

Bókin “Archie / Hanus” er nýliga komin út við myndum og málningum av Hanusi, ið Archibald Black hevur teknað og málað. Í strokum og litum hevur Archie hegnisliga tulkað sinnaløg og søgur í andlitsbrøgdum Hanusar.


Á konsertini vera myndir og málningar úr bókini hongdar upp í Reinsarínum. Hetta er tí eitt serstakt høvi at uppliva samspælið ímillum tónleikin hjá Hanusi og myndirnar, og at uppliva millumrúmið ímillum tónar og penslastrok.

Við sær á pall hevur Hanus nakrar av okkara dugnaligastu tónleikarum: Magnus Johannessen, Mikael Blak, Benjamin Petersen og Per I. Højgaard Petersen

Høvi verður eisini at ogna sær bókina og plakatir úr henni til serprís.

Atgongumerki á 160 kr. kunnu keypast við at trýsta á tiltakið úti í høgra bredda á  www.reinsariid.fo.

Til ber eisini at keypa tey á Kunningarstovuni í Havn ella, um ikki er útselt, við dyrnar ein tíma undan konsertini.