Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forkunnug bók um føroysk dansispøl

Fróðskapur hevur givið út bókina “Danse og sanglege på Færøerne. Oprindelse – udbredelse – nutidig tradition” eftir Andreu Susanne Opielka. Talan er um danska umseting av týsku doktararitgerð hennara. Bókin er 388 síður og kostar 348 kr.

Føroysku dansispølini vóru fyrstu ferð nevnd í 1616 og vóru í fleiri øldir ein týdningarmikil partur av føroysku dansimentanini. Millum granskarar hava tey tó altíð staðið í skugganum av føroyska dansinum, sum verður mettur at verða týdningarmesti parturin av føroyska mentanararvinum.

Meðan tað finnast fleiri vísindaligar frágreiðingar um føroyskan dans, hava dansispølini ikki havt serligan áhuga hjá granskarum. Í 2004 fór Andrea Susanne Opielka úr Týsklandi undir eina doktararitgerð um evnið Dansispøl. Ritgerðin varð góðkend í 2007 og var útgivin á týskum í 2009. Bókin er fyrsta verkið, har dansispøl verða viðgjørd burturav. Tað eru 23 lýsingar av dansispølum og av nøkrum niðrispølum, av teimum eru fleiri, sum verða mett at verða útdeyð í dag.

Doktararitgerðin byggir á feltarbeiði og upplýsingar frá umleið 200 føroyingum úr ymsum bygdum og býum verða greinaðar.

Nógvir føroyingar hava víst arbeiði hennara sera stóran áhuga og hava hildið tað havt sera stóran týdning at fáa skrivað niður og varðveitt dansispølini, áðrenn tey púrasta fara í gloymskuna.

Kirsten Brix hevur umsett ritgerðina til danskt. Endamálið er, at geva bæði føroyingum og øðrum áhugaðum í Norðurlondum, t.d. fólkadansarum og granskarum, møguleika at lesa um dansispølini, sum eins og føroyski dansurin eru ein týdningarmikil partur av føroyska mentanararvinum.

Á bókadegnum, sum verður í Norðurlandahúsinum 13. november, verður framløga av bókini við luttøku frá fleiri dansifeløgum.

Forlagið Fróðskapur