Foreldur fáa endurgjald fyri at ansa børnum í sóttarhaldi
Løgtingið fer mánadagin at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti frá landsstýrinum, um at geva foreldrum rætt til dagpengar, um tey eru heima hjá børnum, yngri enn 14 ár, ið hava fingið staðfest COVID-19. Eisini fáa foreldur endurgjald um børn av heilsumyndugleikunum eru sett í sóttarhald, ella hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald.
Nógv foreldur kenna seg í hesum døgum kroyst av, at børnini skulu vera heima, tí tað merkir, at foreldrini sum skulu vera hjá børnunum missa inntøku, um tey til dømis eru tímalønt. Men landsstýrið hevur tikið hetta málið upp, og løgtingið hevur fingið eitt uppskot sum skal tryggja, at foreldrini fáa løn.
Galdandi frá 15. september
Í uppskotinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri løgtingið, stendur, at lógin hevur virknað frá 15. september 2021 og er galdandi til 1. februar 2022.
Arbeiðsgevarar hjá foreldrunum kunnu eisini, sambært uppskotinum, fáa endurrindaðar lønarútreiðslur, um foreldrini hava rætt til løn, meðan tey eru heima.
Landsstýrið tryggjar sostatt, at foreldur ikki missa inntøku orsaka av íkomnu støðuni, nú coronasmittan aftur ger nógv um seg.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin