Foreldragjaldið verður sett í mun til minni útreiðslur
At starvsfólkini á dagstovnunum eru í verkfalli, merkir minni útreiðslur hjá stovnunum, tí teir rinda ongar lønir til starvsfólkini í hesum tíðarskeiði, og foreldragjøldini verða sjálvandi eisini góðskrivað fyri sín lutfalsliga part av hesari minni útreiðslu.
Nú Føroya Pedagogfelag er í verkfalli, eru kommunalu stovnarnir innan barnaansingina, frítíðarskúlin Snjalla Bjalla og Húsið (Virkishúsið fyri Ung) stongdir.
Í hesum sambandi eru foreldur heilt nátúrliga farin at spyrja, hvussu er við foreldragjaldinum, meðan verkfall er.
Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, er ásett í §6, stk. 1, at “avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum”.
Sostatt er greitt, at útreiðslurnar av lønunum hjá námsfrøðingunum og hjálparfólkunum á dagstovnunum hjá kommununi eru ein útreiðsla, sum kommunan og foreldrini í felag skulu bera.
Víðari merkir hetta, at sparingar í hesum somu útreiðslum eiga at koma báðum hesum pørtum tilgóðar í sama lutfalli, sum tær verða goldnar.
Enn hevur kommunan ikki roknað neyvt upp á hesi viðurskifti, og enn vita vit sjálvandi ikki, hvussu langt verkfallið verður, men givið er, at sparingin í lønarútreiðslunum, ið standast av hesum eisini kemur foreldrunum tilgóðar.
Seinni verður neyvari upplýst um hesi viðurskifti.