Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri skeiði á Hotel Skálavík í vikuskiftinum 29. og 30. september. Vikuskiftið er fyri foreldur, hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldur, ið hava mist barn av krabbameini.

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri skeiði á Hotel Skálavík

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri skeiði á Hotel Skálavík í vikuskiftinum 29. og 30. september.
 
Vikuskiftið er fyri foreldur, hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldur, ið hava mist barn av krabbameini.
 
At hava mist ella at eiga eitt barn við krabbameini, er ofta merkt av sorg, stúran og stórum máttloysi.
 
Hóast stúranin, sorgin og máttloysið kunnu upplivast ymiskt, so kann tað, at vera saman við øðrum í somu støðu, geva kensluna av felagsskapi, sum kann sissa, kveikja vón og styrkja foreldrini í sváru støðuni.
 
Skeiðleiðari verður Inge Kaldhal.
 
Skeiði er ókeypis