Fór úr starvinum: Mistu miklan førleika
Visti tú av, at Henrik Weihe Joensen, hevur áhugaverdar útbúgvingar. Hann er fangavørður, politistur, løgfrøðingur og flogskipari.
Henrik Weihe, Joensen, er farin frá, sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum. Tað var heldur óvæntað, og kundi undra fleiri, tí maðurin er ikki at síggja til, tann, ið klamsar við hurðunum, ella nýtir stór orð. Hann virkar tvørtur í móti stillførur, men hevur so afturfyri sínar egnu meiningar, og eisini nakað, at hava hetta í. Fáur, um nakar, hevur so fjøltáttaðar útbúgvingar, at ein skuldi trúð, at hann júst var skræddaraseymaður til at samskipa føroysku tilbúgvingina.
Tað gav ein ávísan hvøkk, tá tíðindaskriv kom um, at Fiskimálaráðið og stjórin á Tilbúgvingarstovninum høvdu niðurlagt samstarvið.
Aftaná kom fram, at hart stríð var í millum Elmar Højgaard, forstjóra og leiðaran fyri tilbúgvingina. Teir vóru als ikki samdir um hvussu tilbúgvingin skuldi skipast. Sum skilst hevði tann annars stillføri Henrik Weihe, meiningar, sum hann ikki vildi ganga frá – og helst hevur hann stuðla seg til fakligt vit og skil.
Og hann hevur so sanniliga eisini nakað at hava tað í.
Hendrik Weihe Joensen er útbúgvin fangavørður, politistur, flogskipari og løgfrøðingur.
So maðurin hevur ikki verið tespiligur at koma í hornatøkur við fakliga, og hann man so sanniliga eisini hava vita hvat hann tosaði um. Oyggjatíðindi tosaði við Henrik Weihe, tá SvF fekk alt upp at gartera av sendingini ”Brandfellurnar”.
Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Tygum kunnu velja at tekna hald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu. Haldi kann teknast á