Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Rigspolitiet

Fongsulsrevsing í 40 dagar og útvísing fyri harðskap

Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein mann fleiri ferðir í anlitið.

Tíðindir:

Maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, bleiv samstundis útvístur úr Føroyum. Maðurin er nýliga komin til Føroyar at arbeiða og hevur at kalla einki tilknýti til landið. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár.

Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skuldi sita dómin beinanvegin. Eystari Landsrættur hevur staðfest hesa avgerð.

Maðurin hevur skotið dómin inn fyri Eystara Landsrætt.