Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólksins - Kommunuvalið 2020

Leygardagin 7. novembur verður Fólksins aftur á skránni, og hesuferð snýr tað seg sjálvandi um kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Vit byrja kl. 16 við sofapráti millum ungu valevnini, og halda áfram við pallborðskjakum, sofaprátum og pub quiz til midnátt.

Skráin er hendan:
KL. 16.00 SOFAPRÁT: TEY UNGU OG HAVNIN - hvørji eru ungu valevnini og hvat vilja tey? Elisa Vang er vertur.

KL. 17.00 PALLBORÐSKJAK: HAVNIN SUM LESTRARBÝRUR - Ráð Teirra Lesandi skipar fyri pallborðskjaki, har tey spyrja velevni um teirra ætlanir um at tryggja eitt gott lestrarumhvørvi.

KL. 18.00 SOFAPRÁT: ALTSO HVØR, HVAT, HVØNN - valevni svara spurningum frá borgarum. Enn er møguleiki at senda spurningar til 256671. Elisa Vang er vertur.

KL. 19.00 PALLBORÐSKJAK: ER TÓRSHAVN FYRI ØLL? - Demokratia skipar fyri pallborðskjaki um umboðan, interatión og fjølbroytni. Tey spyrja valevni úr øllum listum, um tað hevur týdning at hugsa um fjølbroytni í umboðanini av aldri, uppruna, kyni, øki, førleika, sosialum bólkum o.ø., tá vit arbeiða við og skapa karmarnar í kommununi. Liljan Weihe er orðstýrari.

KL. 20.00 PALLBORÐSFUNDUR: BORGARANS FRAMTÍÐ - bústaðarpolitikkur - umhvørvi - mentan og frítíð Øssur Winthereig er orðstýrari.

KL. 22 PUB QUIZ Ráð teirra lesandi bjóðar til hugnaliga pub quiz.

Tórsgøta og samFelagið skipa fyri.


Luttak