Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólksins gullnám, bandittarnir og fólkið

Fólksins sonnu vinir og politisku stríðsfelagir mugu longu nú gera neyðugu verjugarðarnar, soleiðis at okkara heimligu bandittar ikki seta seg á fólksins undirgrundargullnám, mineralir og olju, og sum fólksins sonnu fýggindar, einans lata støvið frá teirra rænda fólksins gullið til fólkið – fólksins sonnu eigarar - meðan teir og teirra brøðrir í andanum fara við nærum øllum, eins og vit síggja innan fiskivinnuna.

Og mørkini verða bert flutt rætta vegin, um teir verða noyddir til tess við eini megi, ið er størri enn teirra mótmegi. Alt annað er til fánýtis. Tí ræður um at vera tíðliga úti, um mann ikki skal vera rendur um koll av røvarum, ránsmonnum og bandittum.

Verjugarðarnir móti bandittaálopunum mugu standa lidnir innan tvey ár, so eitt komandi landsstýri er rustað til tennirnar í fólksins tænastu, og at fólkið fullkomuliga veit, hvussu ránsmenn og bandittar verða steðgaðir, óansæð um teir nýta snildir ella makt ella okkurt heilt triðja t.d. mutran, sum er vanligur háttur at skaffa sær framíhjárætt við.

Kanska átti vit at fingið Kaj Leo at skaffa okkum líknandi lurtitól, sum tey ólogligu, sum politiið fær loyvi til at seta upp, tí hann fór mest sum í ekstasu av øllum, ið kundi útrættast við hesum tóli, sum annars ikki má brúkast stórt sæð í øllum Europa.

Og fólkið skal sjálvt gjalda apparatið og umkostningarnar, ið standast av avlurtingini. Annars er heila molivittið danskt, so skil tað, hvør ið vil ella kann. Við Kaj Leosa hjálp kunnu vit fáa loyvi at seta lurtitól upp, ið kunnu avlurta ránsmenninar og bandittarnar, og annars sent teimum innkrevjingarkort, so teir bæði kunnu gjalda fyri tólið, og fyri fólk at standa fyri avlurtingunum.

Mercedes ljóðaði so vælnøgd við nýggju skipanina, at hon flippar helst heilt út av nøgdsemi, tá hon fær at vita, at vit eru mong, ið eru so áhuga í hennara samskifti, at vit hava fingið serstakt loyvi at hoyra hennara vøkru rødd fleiri ferð um dagin.

Og Kaj Leo verður Riddari av Dannebrog. Sig so tað. Alt Europa leggur seg flatt fyri einum løgmanni, ið leggur vertin í lógir og viðtøkur, bert hann kann føla seg væl. Kanska okkurt land í svartasta Afrika fer at senda honum eina heilsan og spyrja hann, um hann vil gerast keisari ella okkurt líknandi í teirra ríki. Og so missa vit Kaj. Tað verður helst ein katastrofa fyri onkran. Livst so spyrst.

Fólksins vinir mugu standa saman sum ein maður, tí roknast má við, at ránsmenninir og bandittarnir einki spara fyri at kunna seta seg á Føroya fólks gullnám. Kosta hvat tað kosta teimum vil.** Men við okkara felags verju skulu áleypararnir niður við nakkanum og í grasið bíta. Nú og vónandi í allari framtíð skal fólkið hava sín ognarpart.

Ránsmenninir og bandittarnir kunnu eta hvønn annan, um teir halda seg hava fingið ov lítið. Teirra herskaratíð kann við Guðs og fólksins solidarisku hjálp verða søga um skamma stund.

Dagfinnur Danbjørg.