Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólksins fíggindar

Nei, tað eru ikki einans milliónir, men harafturímóti milliardir av kr. av fólksins ogn - Guðs gávu til ALT fólkið - sum við bandittafloksins vælvilja og vælsignilsi ár um ár verða tiknar og latnar forholdsvís fáum vælbjargaðum vinmonnum innan fiskivinnuna. Og hetta hendir, alt meðan somu politikarar – at síggja til - alment standa og vena seg um, hvussu trupult tað er at fáa endarnar at røkka saman í landshúsarhaldinum.

Fólkið skal góðtaka milliardaránið og spara. Kaldir og kyniskir bandittar seta kósina. Frekir sum slaktarahundar uttan so mikið sum at blunka. Bert eitt forbannað skálkasmíl, sum kann tulkast sum: oooh, tykkara tápulingar. Tit liggja jú bert, sum tit sjálvi hava reitt.

Hevði yvirskotið av fólksins ogn í staðin verið samlað í fólksins kassar, har tað av røttum hoyrir heima, so vildu mangir núverandi og komandi fíggjartrupulleikar verðið at meta sum peanuts í tí stóra samanhanginum:

Tey gomlu høvdu sum eina sjálvfylgju fingið góðan heitan og nýgjørdan mat eisini leygardag og sunnudag. Og øll høvdu somuleiðis fingið neyðugu røktina. Tey brekaðu børnini og tey brekaðu ungu høvdu fingið góða fysiskan og bókligan stuðul. Øll høvdu fingið tak yvir høvdið, eisini tey, ið fyri árum síðani eru liðugt viðgjørd á psykriatisku deild, men sum ongastaðni hava havt at farið, høvdu kunnað fingið egið stað at búð í. Sjúkrahúsini høvdu fingið liviligari kor, og skúlarnir høvdu fingið umstøður, ið tóku hædd fyri tíðarinnar krøvum. Tey lesandi høvdu kunnað fingið betri fíggjarlig kor. Og tey 1500, sum í júst almannakunngjørdu kanningini vísa seg at liva undir fátækramarkinum, kundu fingið eitt hart tiltrongt lyft, sum loysti tey úr neyðini og út í fíggjarligt frælsi.

Skatturin á miðal- og láginntøkur kundi verið settur so langt niður, at tað veruliga gjørdi mun.. Og bæði landskassaskuldin og undirsjóartunlarnir kundu verið goldnar eftir fáum árum. Nógv færri enn annars roknað verður við. Og hartil kemur, at Suðuroyartunnilin kundi verið liðugtgjørdur longu einaferð í 20´unum.

Undir tílikum góðum viðurskiftum høvdu flestu ungdómar, ið farnir eru í onnur lond, komið aftur, meðan okkara núverandi og komandi ungdómur hevði havt nógv lættari við at fest røtur heima hjá okkum.

Nógv meira kundi verið tikið við her, men hvør einstakur kann eisini gera sær sínar egnu tankar um hvørjir møguleikar, ið høvdu verið við milliardunum, um tær vórðu verðandi í fólksins tænastu og ikki vórðu stolnar.

Men ein avgerandi fyritreyt fyri øllum er, at bandittaflokkurin effektivt verður settur uttanfyri alla politiska ávirkan í mong, mong ár – kanska med alla. Eingin kann longur siga seg vera óvitandi um, hvussu ómetaliga skaðiligur teirra praktiski politikkur – ikki bara kann vera, men so sanniliga eisini er.

Lat okkum tí standa saman og vera samd um, at nú er nokk, og at fólksins fíggindar skulu steðgast skjótast tilber.

Fyri fólkinum – móti fólksins fíggindum.

Dagfinnur Danbjørg.