Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkavøkstur - universitet í Tórshavnar Kommunu

Umboð fyri fíggjarnevndina í Tórshavnar Kommunu eru í hesum døgum á vitjan á Danmark.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, hevur í hesum sambandi, saman við fíggjarnevndini, vitja fólkatingsumboðið hjá Sambandsflokkinum , Edmund Joensen.

Tosað varð m.a. um, hvussu vit skapa fólkavøkstur í Føroyum. Umboð Sambandsfloksins, Annfinn Brekkstein vísir á týdningin av, at Føroyar seta í verk nakrar verkætlanir, sum veruliga kunnu fáa gongd á fólkavøksturin í Føroyum og menna høvuðsstaðin. Hetta krevur samstarv millum fleiri partar, bæði millum okkara landspolitikarar og kommunalpolitikarar og útlandi.

Danir kunnu td. verða við til at skapa neyðuga fakliga grundarlagið undir einum altjóða Universiteti í Tórshavn og harafturat virka sum ein kvalifiseraður samstarvspartnari umframt at kunna veita ráðgeving, skapa fíggingarmøguleikar o.a. Liknandi dømi um samstarv í Ríkisfelagsskapinum er verkætlanin um Saltsilo´ina á Tvøroyri.