Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkavøkstur – sterkari kommuna og vinna

Fólkagrundlagið í kommununi.

Tað er tørvur á fólkavøkstri í Føroyum við tí endamáli at styrkja og framtíðartryggja samfelagið og vinnuna. Neyðugt er við einum fólkagrundalag, sum er sett saman á hóskandi og burðardyggan hátt eftir aldri, kyni, førleikum o.a. 

Fólkagrundarlagið í Tórshavnar Kommunu er í løtuni m.a. eyðkent við:

• Arbeiðsmegin er støðug, men ov fá yngri arbeiðsfør fólk

• Færri kvinnur enn menn búgva í kommununi

• Framskrivingar vísa, at talið á eldri fólkum ella pensjónistum fer at vaksa munandi um nøkur fá ár

• Bara ein triðingur av teimun, sum taka eina hægri útbúgving venda aftur til Føroya/miðstaðarøkið

• Lutfalsliga fá við hægri útbúgving starvast í vinnuni.

Avbjóðingar og fortreytir

Avbjóðingin er eitt hægri burðaravlop og at forða fyri framhaldandi fráflytning og at skapa karmar fyri, at arbeiðsføri parturin av fólkinum og unga fólki velur at flyta til Føroyar aftur eftir loknað útbúgving og arbeiðsroyndir í útlandinum.

Høvuðsfortreytin hjá unga útbúnað fólkinum fyri at venda aftur til Føroya ella at verða verandi, er búskaparvøkstur, tvs. skapan av lokkandi arbeiðsplássum, bæði í vinnuni og hjá tí almenna. Harafturat muga sosialar skipanir verða so mikið útbygdar og vælvirkandi, at familjur við børnum, lætt og fyri ein rímuligan pening, kunnu festa búgv og trívast í kommununi. Barnafamiljurnar muga eisini stuðlast við hægri barnafrádrátti.

Politiskar raðfestingar

Tað er frá vinnuni, at vælstandurin og síðan vælferðin hjá kommununi skal koma, og tí er neyðugt at fáa vinnuna at vaksa og kasta av sær meira pening. Sambandsflokkurin ynskir at seta fokus á eina Vakstrarætlan fyri Tórshavnar Kommunu við tí endamáli at skapa fleiri arbeiðspláss og trekkja fólk til landið og kommununa.

Harafturat er neyðugt við einari skattalækking fyri at stimbra privatbúskapin og harvið eisini vinnuliga virksemið og kommunala búskapin.

Tað eiga at verða gjørdar betri og meira gagnligar raðfestingar fyri rakstur og íløgur. Tí verður neyðugt at gera eina Langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur, hvørs fyrimunir verða, at nakrar av størri íløgunum veruliga kunnu gjøgnumførast og soleiðis, at í framtíðini verður tamarhald á rakstrarútreiðslunum og skuldini.

Veljarin avgerð, um hetta kann setast í verk, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð – eg vil arbeiða fyri, at skapa betri karmar fyri vinnuna og tær barnafamiljur og onnur, sum búgva í kommununi og tey, sum kundu hugsa sær, at flutt til Føroya og høvuðsstaðin.

Tórshavn 6. september 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu - Sambandsflokkurin