Fólkavøkstur er aðalmál hjá samgonguni
Í grein hin 11. mai sóknast Hallur av Rana og Arni Winthereig eftir ætlanum í mun til fólkafráflyting. Somuleiðis leggja teir samgonguna undir at niðurraðfesta útbúgvingarøkið, og fyri at hava skapt gjógv millum rík og fátæk. Til hetta er at siga, at fólkavøkstur er málið undir øllum politikkinum hjá samgonguni. Útbúgvingarøkið er raðfest frammarlaga seinnu árini, og Føroyar eru ikki ávegis at gerast eitt stættasamfelag. Tvørturímóti eru munirnir millum rík og fátæk í Føroyum millum teir minstu í heiminum.
Fólkavøkstur er aðalmál hjá samgonguni
Fólkafráflyting er størsta avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Har eru tó ongar einfaldar, skjótar ella lættvunnar loysnir, ið lyfta hesa avbjóðing. Fyri at fáa fleiri ung heimaftur eru tað fleiri viðurskifti sum hava týdning, fyrst og fremst arbeiðsmøguleikar og vælferðartænastur. Men fyritreytin undir øllum hesum viðurskiftum er búskaparvøkstur. Føroyski búskapurin er í vøkstri, og vøksturin telist millum teir hægstu í Evropa. Samstundis er hallið á fíggjarlógini millum tey lægstu í Evropa í mun til BTÚ. Megna vit at varðveita henda vøkstur og ein sunnan búskap, hava vit góðar fyritreytir at skapa fólkavøkstur.
Rationaliseringar eru neyðugar – eisini innan útbúgvingarøkið
Samfelagsbúskapurin kann tó ikki liva við halli í eitt longri áramál. Neyðugt er at hyggja eftir øllum økjum, eisini útbúgvingarøkinum við tí endamáli at fáa meira fyri minni. ÚSUN-skipanin eggjar mongum lesandi at fara út í heim at nema sær útbúgving. Hóast tillagingar verða gjørdar í skipanini, verður ÚSUN-skipanin framvegis ein av heimsins bestu lestrarstuðulsskipanum. Eg eri tí sannførdur um, at skipanin framvegis fer at virka fyri, at føroyingar fara út í heim at útbúgva seg.
Samgongan hevur raðfest útbúgvingarøkið. Í samtyktu fíggjarkørmunum er rúm fyri metstórum næmingatali á miðnámi. Játtanin til Fróðskaparsetrið er økt við 4 mió. kr. frá 2010 til í ár.
Rationaliseringar og nýskapan er sett ovast á dagsskrá hjá stjórnum kring allan heim. Tað er eitt trýst at skapa meira fyri minni. Og tað ber til, eisini innan hægri útbúgving. Fíggjarliga tilfeingið er avmarkað, og krøvini eru stór. Tí er nýhugsan vegurin fram, og eg eri sannførdur um, at Fróðskaparsetrið fer at mennast enn meira, hóast játtanin er avmarkað.
Føroyar eru ikki eitt stættasamfelag
Føroyar eru ikki og eru ei heldur ávegis at blíva eitt stættasamfelag. Tað munnu vera fá lond í heiminum, har ójavnarnir lutfalsliga eru so smáir. Sambært kanning hjá Hagstovuni eru ójavnarnir í Føroyum minni enn í øðrum londum. Munurin millum hægstu inntøkur og lægstu inntøkur er munandi lægri enn í grannalondunum. Tí er ræðumyndin um eina risa gjógv millum rík og fátæk og at Føroyar er blivið eitt stættasamfelag, sum eitt nú andstøðan støðugt førir fram, misvísandi.
Samgongan hevur framt eina skattanýskipan. Føroyar høvdu eitt tað hægsta skattatrýsti í heiminum á lønum. Fyri eitt nú fólk við longri útbúgving merkti hetta, at tey – við somu inntøku - vildu havt uppí fleiri túsund krónur meira eftir aftaná skatt í Danmark enn í Føroyum. Men eftir umleggingina fer skattatrýstið í Føroyum at verða meira líkt teimum í hinum Norðanlondunum og fer at gera tað meira lokkandi fyri fólk at koma heimaftur eftir loknan lestur.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður