Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatónleikarastevnan á G!

G! krásar eisini fyri fólkatónleikagómum við fimm umboðum fyri Fólkatónleikarastevnuna, bæði føroyskum og útlendskum.

Fiona & Brian
Skotsku Fiona og Brian skapa tónleik, ið hevur skapt ringar langt út um landsoddarnar. Saman spælir parið heilt serligan singer/songwriter tónleik, ið samantvinnur siðbundnan og nýmótans sang á bæði skotskt-gæliskum og enskum.

Sandy Brechin
Sandy Brechin er ein tann kendasti skotski harmonikuspælarin. Hann hevur turnerað um allan heim við ymiskum bólkum so sum Burach, Seelyhoo, Sandy Brechin Band og The Sensational Jimi Shandrix Experience. Hansara heilt serstaki spælistílur er ikki til at taka feil av. 

Holgar
Vælkendi villmaðurin Holgar fer at spæla sín egna singer/songwriter tónleik, ið vit kenna frá teimum vælumtóktu fløgunum ‘Ongan Veg’ og ‘Kanska tú svav’. Hetta er inniligt og vakurt, tó at tað hevur ein ráleika, ið ger, at tað ongantíð gerst keðiligt.

Janus á Húsagarði
Janus á Húsagarði spælir gittar, mandolin og syngur, og fer at framføra egin løg íblást úr írskum fólkarokki.

Spælimennirnir
Spælimenninir verða eisini við, við sínum hugnaliga og glaðlynta spælimanstónleiki, ið kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur/still, tá hendan orkumaskina setur futt í.

Spælimenninir eru ein tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt oftast í útlandinum og, sum hevur selt flest fløgur uttanlanda. Nú verður bólkurin aftur at hoyra á G