Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatingsmaður og landsstýrismaður taka upp málið um dimittendsats til lesandi føroyingar í Danmark

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Eftir at Mette Frederiksen, arbeiðsmálaráðharri, hevur latið eitt klassiskt embætismannasvar frá sær, taka Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður, málið um dimittendsats til føroysk lesandi í Danmark upp í felag. Fólkatingsmaðurin hevur sett ráðharranum ein nýggjan § 20-spurning.

- Hetta er ikki nóg gott, og samskiftið við ráðharran heldur fram, hóast Arbeiðsmálaráðið hevur latið frá sær eitt klassiskt embætismannasvar, sum í grundini ikki er eitt svar.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í hesum døgum arbeiðir við tí sonevnda dimittendsatsinum til lesandi føroyingar í Danmark.

Hann spurdi herfyri, skrivliga, um ráðharrin, Mette Frederiksen, er sinnað at broyta dimittendskipanina, so Føroyar og EBS-lond verða javnsett eftir danskari lóg. Í svarinum fyriheldur ráðharrin seg ikki til spurningin, og tí hevur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sett ráðharranum ein nýggjan sonevndan § 20-spurning.

Dimittendsatsurin er dagpeningur, sum øll nýútbúgvin í Danmark hava rætt til eftir lokna útbúgving. Satsurin gevur nýútbúnum stundir og frið til at leita sær eftir arbeiði.

Reglurnar loyva nýútbúnum at fara í EBS-lond at søkja sær arbeiði í upp til tríggjar mánaðir - við dimittendsatsi í lummanum. Av tí, at Føroyar ikki eru EBS-land, missa nýútbúgvin dimittendsatsin, um tey fara til Føroya at leita sær eftir arbeiði.

- Henda forðing má sjálvandi takast burtur. Tað er so upplagt, at øll nýútbúgvin skulu kunna leita eftir arbeiði í Føroyum eisini - við dimittendsatsinum í lummanum. Tað gevur onga meining, at man t.d. kann fara til Noregs ella Íslands í slíkum ørindum, men ikki til Føroya, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Bæði Edmund Joensen og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, eru nú uppi í málinum um dimittendsats til føroysk lesandi í Danmark.

- Hetta er eitt mál, sum Danmark og Føroyar eiga at finna eina felags loysn á. Um reglurnar verða broyttar, kann tað skunda undir, at fleiri ung og nýútbúgvin velja at flyta til Føroya eftir lokna útbúgving í Danmark, sigur Johan Dahl, ið nú hevur biðið Mette Frederiksen, arbeiðsmálaráðharra, um fund um dimittend-problematikkin.

So vítt, Sambandsflokkurin á Christiansborg er kunnaður um, er tað útreiðsluneutralt at broyta reglurnar fyri dimittendsatsin so, sum føroyingar ynskja. Tí eru ongar fíggjarligar grundgevingar fyri at varðveita verandi ósmidligu skipan.

Les meira um teir báðar § 20-spurningarnar og svarið til fyrra teirra á www.edmundjoensen.fo