Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatingið viðgerð fólkafráflytingina úr Føroyum

Í dag verður temafundur í Fólkatinginum um fólkafráflytingina í Føroyum, har ið tvey føroysk og eitt danskt fakfólk hava framløgur, og síðani er orðaskifti um evnið.

- Tað er upplagt, at fólkatingslimir fáa kunnleika um avbjóðingina við fólkafráflytingini úr Føroyum, og spurningurin er, um vit í Ríkisfelagsskapinum kunnu gera eitthvørt fyri at stuðla upp undir at venda gongdini.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú Føroyanevndini í dag hevur ein temafund um fólkafráflytingina.

Temafundurin er á skrá í Landstingssalinum í dag kl. 14.00-16.00.

Høvundarnir av bókini Exit Føroyar, Høgni Reistrup og Heri Á Rógvi,

http://www.facebook.com/hognireistrups?group_id=0

leggja fram, og tað sama ger Pia Heike Johansen, lektari við Center for Landdistriktsforskning.

- Í Føroyum mugu vit spenna okkum út, so fólkafráflytingin kann tálmast, og nú mugu vit kanna, um nakað kann gerast úr Fólkatinginum eisini, sigur Edmund Joensen.

Kristeligt Dagblad skrivar í dag um temafundin og um fráflytingina úr Føroyum.

Les greinina her:

"Færøerne ønsker hjælp til at bremse folkeflugt" :

http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel/504476:Danmark--Faeroeerne-oensker-hjaelp-til-at-bremse-folkeflugt