Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkateljingar og manntal

Norðurlendskur skjalasavnsdagur: Leygardagin verður ”opið hús” á Landsskjalasavninum.

Á hvørjum ári verður, í øllum norðanlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.

Landsskjalasavnið hevur í hesum sambandi ”opið hús”.

Leygardagin 12. november er Landsskjalasavnið nevnliga opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.

Fríggjadagin er “manntal” í Føroyum, og Landsskjalasavnið hevur tí valt at leggja dent á at vísa fram og siga frá tilfari, ið hevur við fólkateljingar at gera. Á Landsskjalasavninum finst longu nú stórur hópur av fólkateljingum og øðrum tilfari, ið hevur við persónssøgu at gera. Savnið goymir teljingar frá 1762 og fram til okkara dagar. Leygardagin verður so møguleiki at síggja ymsar fólkateljingar umframt nógv annað tilfar, ið er til skjals á savninum.

Í sambandi við dagin verða eisini fyrilestrar. Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari á Norðoya Forminnasavni, fer at siga frá um Matras-ættina í Norðoyggjum og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður, heldur fyrilestur, ið nevnist “Hví fólkateljing og manntal”. Áhugaverdu fyrilestranir verða leygardagin klokkan 15 í fyrilestrarsalinum hjá Føroya Landsbókasavni í J.C.Svabosgøtu 16.

Skjalsavnsdagurin – Arkivernes Dag.

Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998, tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.

Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland.

Í Føroyum hevur ”Arkivernes Dag” verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006.