Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatalið í Hesti økt umleið 28 %

Dan Klein --- 13.07.2017 - 09:47

Fyri umleið tveimum mánaðum síðani fluttu 6 ung fólk út í Hest at búgva. Hetta er ungdómur millum 18 og 20 ár, flestu teirra hava tilknýti til oynna. 

Hesi ungu hava ferðast nógv út í oynna gjøgnum barnaárini. Tey hava altíð trivist sera væl í Hesti. Tey harmast um at oyggin er við at doyggja út, og tí føla tey, at tey hava bæði ábyrgd og hug at vekja lív aftur í oynna.

Ungu fólkini eru sera fegin um avgerðina at vera flutt út í Hest, og síggja fleiri møguleikar at skapa lív og trivnað í oynni, sum kanska kann eggja øðrum til at flyta út í Hest.

Tey flestu ganga í miðnámsskúla í Havn. Tey vóna, at tað fer at bera til at búgva í Hesti og kunna ferðast ímillum Havn og Hest fyri at kunna røkja skúlan.

Við nýggju tilflytarunum er fólkatalið í Hesti økt umleið 28 %, og miðalaldurin er lækkaður munandi. Hagtøl frá Hagstovuni vístu, at fólkatalið í Hesti var 21 fólk pr. 1. apríl 2017. Eftir tað eru hesi ungu flutt út, tað svarar til eina øking á 28%.

Bygdarfelagið Randarsól gleðist um, at at fólkatalið er økt. Tað er av alstórum týdningi at fáa nýggjar, ungar kreftir í oynna. Hetta økir trivnaðin í oynni og letur upp fyri nýggjum møguleikum, m.a. at reka ferðavinnu. Longu nú hava nøkur teirra bjóða sær til at standa fyri útleiganini av hitapottinum, ið Bygdarfelagið hevur keypt fyri kortum.

At ungfólk vilja flyta aftur á smápláss, gevur eisini vón um einar fjølbroyttari Føroyar, har virksemi og trivnaður aftur kemur í hvønn krók í landinum. 

Bygdarfelagið Randarsól ynskir ungu fólkunum hjartaliga vælkomin út í Hest.

Bygdarfelagið 

Randarsól 
í Hesti