Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaskúlin má røkjast

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:

Nú Høgni Mikkelsen er komin upp aftur at blása sum valevni til Tórshavnar býráð, er hann sum togaður úr tonnunum á Anfinni Brekkstein.

Tað illgrunasama sjónarmiðið um skúlaætlanir býráðsins, sum Høgni leggur fram í Dimmu í gjár, er merkt av sama hugi til at sáa misálit, sum Brekkstein hevur roynt nú í heyst.

Høgni skrivar um tóm lyftir um Vesturskúla. Hann eigur at gera sær greitt, at Tórshavnar býráð hevur gjørt eina greiða samtykt í skúlamálinum. Býráðið hevur tikið undir við einum nýggjum bygnað fyri fólkaskúlan í Tórshavnar kommunu.

Út frá einum áliti um bygnaðin hava eitt nú stjórarnir fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan í fullari semju mælt til at fara undir at fyrireika ein trísporaðan skúla í vesturbýnum. Hetta hevur býráðið ásannað í síni samtykt í juni í ár, og á tí grundarlagnum hevur tað samtykt at seta eina bygginevnd til endamálið.

Hetta er sjálvandi alt ein stór broyting í mun til tað, sum hevur verið galdandi á skúlaøkinum í Havn. Men veruleikin er, at Kommunuskúlin er stongdur vegna sopp og Venjingarskúlin trongir til at verða nýtíðargjørdur.

Vit vóru so heppin, at vit høvdu ein tóman skúla standandi, tá ólukkan rapaði oman yvir okkum, so vit fingu so dánt hýst teimum húsvillu kommunuskúlabørnunum, men tað er ongin varandi loysn.

Besta uppskotið higartil er tað, sum umboðini fyri skúlastýrini og skúlarnar hava lagt fram fyri býráðið. Síðani eru eisini aðrir tankar komnir fram, kanska serliga í mun til skúlar í miðbýnum.

Tað kann so væl vera, at onkur slíkur rísur upp úr øskuni, men tað verður so langt frá í eini stødd, sum kann kompensera Kommunuskúlan, tí har kann ikki byggjast so stórt longur..

Tá verður tað heldur ein specialitetur av onkrum slag – alt eftir, hvat vit gera við leiðina, har Kommunuskúlin hevur staðið í meir enn hálva øld.

At fyrigykla fólki eins og Høgni ger, at núverandi stígurin í fólkatalinum sleppur okkum undan at byggja nýtt fyri Kommunuskúlan, er at fara ov lætt um veruleikan og at sleppa tí uppvaksandi ættarliðnum upp á fjall.

 ---