Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkapensjónin verður ikki tikin frá pensjónistunum

Mánakvøldið í farnu viku var eg á fundi í Saltangará, sum veljarafelagið Samhald skipaði fyri. Á skránni var sosialpolitikkur, og sjálvur hevði eg ongan aktivan leiklut á fundinum. Men tá tú ert tingmaður, so kanst tú altíð roknað við at fáa onkran spurning, og tað hendi eisini hetta kvøldið.

Seinni er tað sum eg segði, endurgivið á portalinum in.fo, og tíverri hava fleiri misskilt tað sum eg segði. (Tað skal tó als ikki útilokast, at onkur av politiskum orsøkum hevur misskilt við vilja).

Ikki núverandi pensjónistar

Lat meg tí sláa fast, at tað sum eg tosaði um hetta kvøldið, hevur einki við núverandi pensjónistar at gera, so tá onkur hevur roynt at leggja tað út sum at eg og Sambandsflokkurin vilja taka breyðið úr munninum á pensjónistunum, so er tað beinleiðis ein villleiðing. Sambandsflokkurin gongur sum kunnugt á odda fyri at varðveita tær inntøkurnar, sum eisini í framtíðini skulu gera tað møguligt at veita pensjónir á einum høgum støði.

Nýskipan av framtíðini

Tað sum eg sipaði til á fundinum í Saltangará, var ætlanin um at gera eina nýskipan av pensjónsøkinum, sum skal vera galdandi einaferð langt frammi í tíðini. Eg havi sjálvur verið partur av einum arbeiðsbólki, sum í fleiri ár hevur arbeitt við hesi ætlanini, og eftir at arbeiðið hevur ligið stilt í eina tíð, sigur landsstýriskvinnan nú, at tað skal takast uppaftur eftir ársskiftið.

Hetta arbeiðið var einaferð komið so langt, at ein "pakki" við uppskotum varð lagdur fyri tingið. Landsstýrisfólkini Aksel V. Johannesen og Rósa Samuelsen løgdu "pakkan" fram í mars 2011, men har kom hann av ymiskum orsøkum ikki víðari.

Í viðmerkingunum til uppskotini hjá Akseli og Rósu stóð millum annað, at øll sum vóru knýtt til arbeiðsmarknaðin skuldu gjalda 15 % av lønini til eina bundna eftirlønarsamansparing og at í framtíðini skuldi verða mótroknað í allari fólkapensjónini (tað sama sum eg segði á fundinum í Saltangará). Eisini stóð í viðmerkingunum til uppskotið, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldurin.

Henrik Old hevði lisið greinina

Á tingfundinum í gjár segði Henrik Old, at hann nú kundi upplýsa, at Helgi Abrahamsen ætlaði at taka fólkapensjónina frá pensjónistunum, tí tað hevði hann lisið á onkrum portali. Hann hevði eftir øllum at døma ikki fingið við, at mín útsøgn vísti til eitt uppskot, sum millum annað hansara egni floksformaður hevði lagt fyri tingið í 2011.

Eg ætli mær hvørki at leggja Aksel V. Johannesen ella nakran annan undir at vilja avtaka fólkapensjónina, tí talan er als ikki um at taka nakað frá nøkrum, uttan at seta okkurt annað ístaðin.

Nakrir spurningar at hugsa um

Lat meg enda hesa greinina við at seta hesar grundleggjandi spurningarnar, sum hvør í sínum lagi kann hugsa um:

• Er pensjónin til, fyri at tryggja øllum eitt gott lív aftaná at tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum, ella er pensjónin til, fyri at fólk sum framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum skulu fáa pensjónina sum eina eyka inntøku afturat lønini?

• Skal til dømis ein løgtingsmaður sum fyllur 67 ár, meðan hann enn situr á tingi, fáa fólkapensjón og samhaldsfasta afturat løgtingslønini, soleiðis at minni verður til hini, sum bara hava pensjónina at liva av, ella eigur pensjónin hjá løgtingsmanninum at bíða, til hann onga aðra inntøku hevur?

• Tá tað er staðfest, at tað í framtíðini fer at vera ov lítið av pengum til øll tey mongu sum tá verða pensjónistar, hvat er tá meira rímiligt, at býta pengarnar millum øll, soleiðis at mong fáa ov lítið, ella skulu vit bara geva teimum, sum einki annað hava at liva av?

Tað er tað, sum hetta málið snýr seg um. Vit mugu tryggja, at øll fáa ein góðan aldurdóm.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður