Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkafundurin 2013 verður í Klaksvík

Tað er nú greitt, at Klaksvík verður vertur fyri stóra Fólkafundin, sum í ár verður í døgunum 20. og 21. september.

Endamálið við Fólkafundinum er í stuttum at fáa politikkin út til vanliga borgaran. Hugskotið er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar – og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.

Hugskotið er kent og sera væl umtókt í okkara grannalondum, og í fjør varð fyrsti Fólkafundurin hildin í Føroyum. Út við 50 felagsskapir, fakfeløg, áhugafeløg, politiskir flokkar, kommunur og onnur tóku lut við tilsamans 86 ymiskum tiltøkum á Fólkafundinum í fjør, ið savnaði fleiri enn 1500 fólk. Í ár flytir Fólkafundurin úr Hoyvík til Klaksvíkar.

- Klaksvíkar Kommuna metir Fólkafundin hava stóran týdning fyri okkara fólkaræði og samfelag. Eisini setir Fólkafundurin fokus á Klaksvík, og tiltakið er í tráð við vakstrarætlanina hjá kommununi, ið sigur at býurin skal skapa karmar fyri fjølbroyttum tiltøkum og upplivingum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Klaksvíkar Kommuna hevur sera góðar umstøður at bjóða í býnum. Kommunan letur dyrnar upp til báðar hallirnar í býnum, sum eru samanbygdar og tískil geva øðrvísi og sera fjølbroyttar møguleikar, ið ikki finnast aðrastaðni í Føroyum. Tí vilja vit fegin hýsa einum tiltaki av hesum slag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Á Fólkafundinum fáa luttakararnir høvi at skipa fyri sínum egnu tiltøkum, tað veri seg kjakfundir, fyrilestrar ella onnur upplýsandi tiltøk. Eisini er Fólkafundurin ein góður sýnisgluggi og eitt gott stað at hitta fólk. Øll tiltøkini verða sum nevnt savnað á einum stað.

Styrkt toymi

Høvuðsfyriskiparar til Fólkafundin 2013 eru Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð, ið eisini skipaðu fyri Fólkafundinum í fjør. Afturat sær hava teir í ár fingið Jón Brian Hvidtfeldt, sum er journalistur og tíðindaleiðari í Miðlahúsinum. Hansara uppgáva verður at styrkja tann innihaldsliga partin og taka sær av teimum tiltøkum, ið Fólkafundurin sjálvur skipar fyri.

Fyrireikingarnar til Fólkafundin 2013 fara nú av álvara í gongd. Longu frá næstu viku ber til at tekna títt tiltak til Fólkafundin. Tað verður gjørt á heimasíðuni www.tilmelding.fo.