Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkafundurin 2013 nærkast

Fólkafundurin 2013 verður hildin 20. og 21. september í báðum samanbygdu ítróttarhøllunum í Klaksvík. Endamálið er í stuttum at fáa politikkin út til vanliga borgaran við at savna myndugleikar, fakfeløg, politiskar flokkar, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað.

Í komandi døgum fer at verða kunngjørt hvørji tiltøk ymsu luttakandi feløg fara at fyriskipa á Fólkafundinum 2013.

Høvuðsfyrireikararnir skipa fyri tveimum stórum tiltøkum – sum bæði eru aktuell og forvitnislig.

Fríggjakvøldið 20. september kl. 21,00 verður lagt upp til eitt hugsjónarligt kjak millum eldri politiskar tungvektarar. Allir hava teir eina fortíð í politikki – og allir eru teir í dag somikið leysir av gerandisliga politikkinum, at teir kunnu tosa “frítt frá livrini”.

Teir fara yvirskipað at kjakast um, hvønn veg føroyska samfelag fer – og hvønn veg tað átti at farið. Luttakarar: Torbjørn Jacobsen (Tj), Jóannes Eidesgaard (Javn.fl), Óli Breckmann (Fólkafl) og Magni Laksáfoss (Samb.fl.)

Leygarkvøldið kl. 21,00 september verður skipað fyri einum “formansumfari”. Formennirnar í øllum sjey flokkum á løgtingi eru bodnir til Klaksvíkar at kjakast. Endamálið við formansrundini er at gera status, nú valskeiðið er hálvrunnið.