Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaflokstár um ein almennan kassa

Jógvan Arge, valevni á Lista E:

Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen gráta sáran um fíggjarstøðuna hjá Tórshavnar kommunu. Teir hava onki at gráta um. Kommunan er í tryggum hondum við eini skuld á 154 mió. kr. og eini skattainntøku á 615 mió. kr. næsta ár. Nógv verri er, at Bogi Andreassen bjóðar privatum inn á Vaglið at stýra kommununi saman við Fólkaflokkinum.

Valevnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru farin at bekymra seg illa um kassan hjá Tórshavnar kommunu. Gamalt var ikki, at politikarar úr hesum flokkum lótust um vón, hvussu stóð til í almennum kassum uttan so, at onkur egináhugamál skuldu lívgast.

Nú siga teir seg stúra vegna allan felagsskapin, og orsøkin skal vera, at kommunan hevur eina lítla skuld, sum als ikki hóttir nakran kassa.

Veruliga illa var statt, tá Fólkaflokkurin var liðugur at buldra seg ígjøgnum býarstýrið í 80'unum og fyrst í 90'unum. Tá skyldaði Tórshavnar kommuna fleiri ferðir skattainntøkuna og var so illa fyri, at hon nærum fór á heysin.

Ikki fyrr enn seinastu átta árini hevur verið møguligt at útbygt kommununa, m.a. á skúlaøkinum, har útbyggingar hava kravt eina avmarkaða lántøku. Hvat høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin gjørt í staðin? Latið børnini sitið í soppafongdum skúlum?

Merkiligt sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ongantíð tosa um fólk og trivnað í politikki, men altíð um kassar. Í landspolitikkinum lensa teir landskassan við ófíggjaðum skattalættum og sleppa vanligum fólki upp á fjall.

Fólkaflokkurin í býráðnum kom við einum barnakekki, sum sjálvandi var púra dekningsleysur. Og nú um dagarnar kunngjørdi Bogi Andreassen, at hann og hansara vinnulívsvinir skulu inn á Vaglið at stýra býnum í einum vinnuráð.

Tjóðveldi hevur sum mál at skapa vinnumenning gjøgnum eina vinnumenningardeild, sum arbeiðir fyri at menna alla vinnu í býnum. Hesi deildini forkom Bogi Andrenassen hetta valskeiðið í formansskapinum, har onki hendi.

Fólkaflokkurin tykist nú at hugsa, at hann í kommununi kann gera sama nummarið sum í landsstýrinum og sleppa sær fram at stóra kassanum saman við vinum og kenningum. Rópini hjá Høgna Mikkelsen um fleiri tilvildarligar íløgur tykjast passa sum fótur í hosu í hesa ætlan.

Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna er stýrd við størstu ábyrgd seinastu átta árini, samstundis sum hon er útbygd. Tú kanst trygt seta ein sterkan Lista E inn í býráðið. Tá verða bæði kassin, trivnaðurin og framtíðin í tryggum hondum.