Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaflokkurin megnar at geva barnakekk og skattalætta til láglønt

Vit í Fólkaflokkinum hava víst á, at um láglønt skulu fáa ein skattalætta, so má botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækkast, og besti styrkurin til barnafamiljurnar hevði verið ein barnakekkur.

Vit eru fullgreið yvir, at hetta krevur lógarbroytingar, og hava vit longu umrøtt hetta við landstýrismannin í fíggjarmálum og landstýriskvinnuna í almannamálum.

Fólkaflokkurin er tann einasti flokkurin, sum støðugt stríðist fyri at halda skattinum niðri í hesum landinum.

Tí verður tað bert við einum sterkum Fólkaflokki í býráðnum og einum sterkum Fólkaflokki í landstýrinum, at vit megna at gera neyðugu broytingarnar, soleiðis at tey lágløntu og barnafamiljurnar fáa meira burturúr og fáa betri kor.

Vanligan útreiðsluvøkstur frameftir

Heðin Mortensen sigur í lesarabrævi, at hann ikki trýr á barnakekkin og sigur villleiðandi, at hann kostar 2 skattaprosent. Hetta er ikki rætt, tí hækkingin í barnafrádráttinum/barnakekkinum, kostar bert 1 skattaprosent, og samsvarar hetta júst við tað, sum býráðið hevur lovað, at kommunuskatturin skal lækka, tá Boðanesheimið er liðugt.

Heðin hevur sjálvur hækkað kommuskattin 2% síðstu árini, og nú er tíð at fáa skattin niður aftur.

Orsøkin til tvørrandi trúnna hjá Heðini er nokk heldur, at hann hevur mist tamarhaldið á útreiðslusíðuni hjá kommununi, sum er hækkað 65% síðan hann tók við.

Hevði Heðin hugsað líka nógv um fíggjarstýring í býráðnum sum myndatøkur av sær sjálvum, so hevði nokk staðið betur til ;o)

Fólkaflokkurin hevur stóra virðing fyri, at skattakrónurnar eru drignar inn frá vanligum familjum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga, og tí eru vit eisini tey bestu til at umsita peningin við virðing og skynsemi.

Um vit verða vald sterkt inn í býráðið, vilja vit arbeiða fyri, at fíggjarstýringin verður betri og at útreiðsluvøksturin kemur niður á eitt vanligt støði aftur, t.v.s áleið 3-4% um árið.

Vit skulu nokk hava eitt líka stórt parisarahjól á næstu Ólavsøku, men hereftir má útreiðsluvøksturin verða vanligur, og allar eyka skattainntøkur skulu út aftur til borgarnar sum lækkingar í skattinum og sum hækkaður barnakekkur.

Á hendan hátt styrkja vit familjurnar í miðstaðnum, og harvið byggja vit ein sterkari miðstað.

Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag