Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur.
Fólkaatkvøða var í grannalandi okkara sunnanfyri. Í óðum verkum hevði hetta land gjørt seg til lim í Europiska Samveldinum. Nú øktust atfinningarnar. Tey sum eru á ovastu rókunum hildu alt væl til standa, og forsætisráðharrin gjørdi av, at best var at teppa mótstøðuna við at fáa fólkaatkvøðu í lag. Hvørki hann ella nakar annar ivaðist í, at hann fór at vinna, og at tey, sum funnust at ES, fóru at standa sum bitin ross, tá leikur var av.
Nú jóansøkudag kom so úrslitið. Vit eru ikki ókunnug við fólkaatkvøður, tí vit høvdu jú eina í 1946. Eins og á henni skuldu bretar nú taka støðu til tvinnar kostir. Annar var at halda fram við ES-limaskapinum, hin var at fara burturúr. Greitt var, at um annar av hesum møguleikum fekk eina atkvøðu í meiriluta, hevði hann vunnið. Eins og hjá okkum í 1946 var fólkaatkvøðan formliga vegleiðandi fyri tingið, men ein og hvør var greiður yvir, at tað formliga hevði lítlan týdning, tí í einum demokratiskum landi ber ikki til fyrst at leggja tvinnar spurningar út til fólkaatkvøðu og síðan siga, at nú hava vit hoyrt hvat ið fólkið sigur, og so gera vit tað, sum hóvar okkum.
Eins og hjá okkum í 1946 var luttøkan um 70%. Hjá okkum fingu teir báðir møguleikarnir 51 og 49% av atkvøðunum, hjá teimum fingu teir 52 og 48%.
Eins og hjá okkum í 1946 kom úrslitið í grannalandi okkara sera illa við hjá teimum, sum valdið høvdu í samfelagnum. Tað hevði ikki komið teimum til hugs at teir kundu tapa. Teir høvdu jú fjølmiðlarnar í parti við sær, teir høvdu handilsmenninar, peningamenninar - og teir fingu útlendskar ríkisforsetar at trutta niður í misnøgdu veljararnar, at allar heimsins vanlukkur raktu teir um so var, at teir ikki makkaðu rætt og atkvøddu, sum floksformenninir í teimum stóru flokkunum søgdu teir skuldu gera.
Men eins og í Føroyum í 1946 mistóku teir seg. Tá veljararnir komu til orðanna, var tala teirra greið: teir vildu ikki lata sær lynda at ganga útlendingum og samstarvsmonnum teirra til handa.
Talan er um ein politiskan jarðskjálvta.
Hvørki vit ella nakar annar kann í løtuni siga hvørjar avleiðingarnar fara at verða, men at tær verða stórar er fullkomuliga vist. Vit kunnu bara hugsa um, hvussu stórar avleiðingarnar vóru av okkara fólkaatkvøðu í 1946. Av tí at stjórnaruppskotið um at innlima okkum í Danmarkar ríki bert fekk 49% av atkvøðunum meðan loysing fekk 51%, gjørdust vit ikki ein partur av kongsríkinum Danmørk, og eru í dag tí ikki limur av ES og hava sjálvi ræði á okkara tilfeingi innan fyri 200 míla sjómarkið. Einki av hesum hevði komið upp á tal, um úrslitið tá hevði verið, at stjórnaruppskotið hevði fingið eina atkvøðu í meiriluta.
Vit kunnu fegnast um, at føroyingar vóru so klókir, at teir róku aftur tilboðið um at gerast ein partur av Danmarkar ríki. Lítið er at ivast í, at komandi ættarlið í grannalandi okkara fyri sunnan fara at fegnast eins nógv um at forfedrar teirra vóru so klókir jóansøkuaftan 2016, at teir brendu allar ES-gívrarnar av!
Zakarias Wang