Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaatkvøðan 75 ár

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða í Føroyum.

Okkara 17.216 veljarar fingu tveir spurningar.

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?

II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

10. mai 1946 hevði Føroya løgting samtykt, at fyri 15. september skuldi fólkaatkvøða vera í Føroyum um framtíðar ríkisrættarstøðu okkara.

Fyri at atkvøðugreiðslan kundi fara fram, var neyðugt at Føroya amt kunngjørdi samtyktina í “Færøernes kundgørelsessamling”. Yvirmaður amtmansins var forsætisráðharri Danmarkar Knud Kristensen (1880-1962). Hann var formaður í Vinstraflokkinum. Áðrenn hann tók støðu í hesum máli, legði hann tað fyri allar hinar flokkarnar, sum vóru umboðaðir á ríkisdegnum. Hesir vóru Socialdemokratiski flokkurin, Konservativi flokkurin, Radikali vinstraflokkurin, Rættarsamgongan og Kommunistiski flokkur Danmarkar. Teir svaraðu allir, at tær reglur um fólkaatkvøðuna, sum løgtingið hevði samtykt, skuldi Føroya amt seta í gildi. Forsætisráðharrin gav tí amtinum harraboð um at lýsa kunngerðina, og hetta varð gjørt 13. juni 1946.

§ 4 í kunngerðini ásetti:

Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógildigur, tá ið ikki við vissu kann verða avgjørt, hvat punkt veljarin hevur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið skrivað er annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur.

Eftir løgtingsvalið 6. november 1945 vóru 23 menn á tingi. Einki uppskot kundi samtykkjast uttan tað fekk undirtøku frá meiriluta tingmanna. Her var tí neyðugt við 12 ja-atkvøðum. Tann tingmaður, sum ikki atkvøddi, kom tí í veruleikanum við einari nei-atkvøðu. Henda áseting í kunngerðini fekk tær neyðugu 12 ja-atkvøðurnar.

Allir seks sambandsmenninir atkvøddu fyri [Andras Samuelsen, floksformaður (1873-1954), Kristian Djurhuus (1895-1984), Hans Iversen (1886-1984), Ole Fredrik Joensen (1876-1964), Johan Martin Fredrik Poulsen (1890-1980) og Trygve Samuelsen (1907-85)].

Afturat teimum komu allar seks ja-atkvøður Javnaðarfloksins [Petur Mohr Dam, formaður (1898-1968), Johan Petur Davidsen (1890-1972), Jacob Edvard Jacobsen (1889-1947), Jákup í Jákupsstovu (1922-76), William Smith (1910-78) og Jákup Frederik Øregaard (1906-80)].

Teir sum ikki greiddu atkvøðu, vóru valdir á listum Fólkafloksins á valinum 6. november 1945 [Jóannes Patursson, formaður (1866-1946), Thorstein Petersen, løgtingsformaður og fólkatingsmaður (1899-1960), Jógvan Frederik Kjølbro (1887-1967), Hans Pauli Klein (1898-1971), Poul Petersen (1901-2001), Fríðrikur Bláhamar (1902-1981), Sámal Ellefsen (1886-1974), Antinis Sørensen (1892-1963), umframt Rikard Long (1889-1977) og Rasmus Rasmussen (1880-1961), sum efter valið høvdu boðað frá, at teir vóru tingbólkur Sjálvstýrisfloksins. Fólkafloksmaðurin Daniel Peter Jacobsen (1901-79), skipari, var ikki á hesi eykatingsetu, sum var frá 24. apríl til 10. maj 1946.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var:

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi: 5.499 atkvøður; 49%

II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum: 5.660 atkvøður; 51%

Sum tað sæst var meirilutin fyri loysing 161 atkvøður.

Orsøkin til at loysingin vann, var at fólk úr øllum valdømum greiddu atkvøðu fyri loysing. Tað vóru bert tvey valdømi, har loysingin var í minniluta, men uttan loysingaratkvøðurnar í hesum valdømum hevði loysingin ikki fingið meiriluta í øllum Føroyum. Summir flokkar heittu á veljararnar um ikki at greiða atkvøðu fyri loysing, men tølini siga okkum, at í hesum flokkum vóru so nógv, sum atkvøddu fyri loysing, at tey hava gjørt, at úrslitið koppaði loysingarvegin.

Sigurin var tí úrslit av einum megnartaki, sum øll tjóðin tók.

Hóast eg sjálvur ikki var meir enn seks ár tá hetta hendi, minnist eg væl ta frøi, sum var um fólkaatkvøðusigurin. Eftir førimuni tók eg undir við fagnaðinum.

Avgerðin um at loysa frá Danmark var ein prinsippavgerð.

Hana tóku vit 14. september 1946. Men danir høvdu longu tikið avgerðina um at loysa frá okkum tann 13. juni 1946 við at loyva okkum at sleppa at hava fólkaatkvøðu um loysing.

Til tá høvdu vit verið saman við Danmark eftir reglunum í sambandsssáttmálanum millum okkum og danir frá 1450. Loystu vit frá Danmark fyri 13. juni 1946, hevði Danmark eftir altjóðarætti loyvi til at fara í kríggj ímóti okkum fyri at noyða okkum at taka eina loysingaryvirlýsing aftur. Henda rætt hevði Danmark nú givið frá sær við at loyva okkum at samtykkja á fólkaatkvøðuni at vit vildu loysa.

Tað einasta, Danmark eftir sambandssáttmálanum kundi noyða okkum til, var at vera saman við teimum í uttanríkismálum og at hava sama kong. Annars skuldu vit stýra øllum okkara viðurskiftum. Nú segði danska stjórnin, at vit sjálvi skuldu sleppa at gera av, um vit vildu vera saman við teimum ella ikki, og tí var semja millum Føroyar og Danmark um at sambandssáttmálin frá 1450 skuldi fara úr gildi, um so var at føroyingar vildu hetta á fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946.

Tað var ongastaðni ásett hvønn dag loysingin skuldi fara fram. Hetta var fullkomuliga natúrligt, tí ein og hvør kundi siga sær sjálvum, at loysingin skuldi fara fram sambært einum sáttmála millum okkum og donsku stjórnina. Til loysingarsáttmálin kom í gildi, vóru vit
saman eftir reglunum í 1450-sáttmálanum, og ein slíkur sáttmáli kann bert fara úr gildi við einum nýggjum sáttmála. Tað fólkaatkvøðan avgjørdi, var at Danmark ikki kundi draga samráðingarnar um loysingina órímiliga leingi út. Til hesin nýggi sáttmálin er komin í gildi, eru reglurnar í gamla sambandssáttmálanum galdandi.

Høvuðsreglan í hesum sambandssáttmála er, at vit eru saman, men hava fult sjálvstýri í innanríkismálum. Vit skulu stýra øllum viðurskiftum hjá okkum eins og danir øll síni. Hvørki ríki skal leggja seg upp í innanhýsis viðurskifti í hinum ríkinum. Síðan 14. september 1946 hevur Danmark tí ikki havt rætt til at hava embætismenn her á landi, sum kunnu taka avgerðir í innlendsku viðurskiftum okkara, eins lítið og Danmark hevur havt rætt til at leggja upp í okkara innanhýsis viðurskifti við at veita fíggjarligan stuðul til okkara. Danir hava heldur ikki havt rætt til at krevja, at vit skulu seta umboðsmenn inn á teirra ting, tí vit hava ikki rætt til at leggja upp í teirra innanríkisviðurskifti.

Sum alkunnugt hevur danska stjórnin ikki hildið sambandssáttmálan, sum hon sjálv hevur undirritað. Tá løgtingsformaðurin segði á tingi í 1946, at fólkaatkvøðan hevði gjørt av, at avgerðarrætturin var hjá okkum, var hetta jú tann rami veruleiki. Sambært fólkarættin hevði stjórnin tí ongan rætt til at senda krígsskip til Føroya fyri at handtaka ólýdnar løgtingsmenn og senda løgtingið til hús ella skriva út løgtingsval. Heldur ikki hevur stjórnin boðað frá, at hon tekur aftur teir embætismenn sínar, sum her ella í Danmark takast við okkara málsøki, ella at hon heldur uppat at senda stuðul til okkara.

Hervið hevur danska stjórnin ikki hildið sambandssáttmálan, og tað er brot á fólkarættin, tí tað er órímiligt drál við at seta ta loysing í verk, sum semja var um millum okkum og Danmark at hava í 1946.

Men er tað ikki so langt síðani, at henda fólkaatkvøða var hildin, at hon er fyrnd?

Orsøkin til, at hon ikki er sett í gildi fyri langari tíð síðani er tann at danska stjórnin við at bróta ásetingarnar í sambandssáttmálanum um ikki at leggja upp í okkara innanhýsis viðurskifti hevur fingið drál í tær samráðingar, sum hon hevði at taka upp samráðingar við okkum um loysingina.

Hesi tiltøk hennara hava verið og eru ólóglig, og ein grundregla í fólkarættininum er, at ein ólóglig gerð veitir lógbrótarnum ongan rætt.

Men danska stjórnin hevur ongantíð ógildað fólkaatkvøðuna.

Grundgeving hennara fyri framvegis at ráða yvir okkum er, at av tí, at tað hevur eydnast henni við at forbróta seg ímóti sambandssáttmálan at fáa undirtøku frá einum meirluta av løgtingslimunum til at drála við síni skyldu til at seta loysingina í verk.

Men harvið viðgongur hon í veruleikanum, at vit eru saman av tí at sambandssáttmálin frá 1450 framvegis er galdandi, Men henda sáttmála heldur Danmark ikki.

Eitt prógv fyri hesum er, at tá samráðingar vóru fyrstu árini eftir fólkaatkvøðuna, bjóðaði Danmark sær til at veita okkum fíggjarligan stuðul afturfyri at hava meir vald yvir okkum enn teir høvdu rætt til eftir sambandssáttmálanum. Undanførslan var, at vit vóru so fátæk, at vit ikki við skattum kundu fíggja okkara almennu útreiðslur.

Men tá vit fóru at gera tjóðarroknskap kom fram, at hóast okkara bruttotjóðarúrtøka fyri hvønn íbúgva bert var 2/3 av tí hjá dønum, so var skattatrýst okkara so lágt, at um so var at vit høvdu havt sama skattatrýst sum danir, so høvdu vit klárað at goldið allar okkara útreiðslur uttan at fingið eitt oyra frá teimum. Samstundis vísti tað seg, at lágu inntøkurnar í Føroyum høvdu hægri skatt enn samsvarandi inntøkur í Danmark. Danski stuðulin fíggjaði tí skattalættan til inntøkurnar sum vóru yvir miðal.

Nú er tað hent, at vinnulív okkara hevur klárað seg so væl, at bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn føroying er hægri enn fyri hvønn dana. Framvegis ger danska stjórnin alt hon kann fyri at díkja ólógliga stuðulin inn á okkum. Fátæku danarnir gjalda nú ríku føroyingunum stuðul.

Nú hevur hetta ólógliga óskil verið í 75 ár.

Tað er í tøkum tíma, at vit siga við donsku stjórnina, at nú hevur hon drálað ov leingi við at fáa loysingarsáttmálan avgreiddan, undirritaðan og ratifiseraðan av báðum pørtum. So kann drotningin koma og fegnast saman við okkum um at vit hava fingið lóglig viðurskifti millum okkum og Danmark.

Ein og hvør dugir at síggja, at hetta hevði verið óhugsandi um so var at kvinnur og menn í øllum bygdum ikki høvdu tikið saman hendur og vunnið okkum loysingina fyri 75 árum síðani. Tey hava stóra takk uppiborna. Teirra seiggi hevur gjørt, at vit hava vunnið á øllum andstreymi, og at vit ongantíð hava verið betri fyri enn nú at seta føtur í bekk og knúgva tann síðsta streymtangan.

Zakarias Wang