Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaatkvøða í mars

Tað hevur vakt lítlan ans í Føroyum, at vit í mars 2016 skulu hava fólkaatkvøðu her á landi.

Orsøkin er tann, at stóru donsku flokkarnir hava gjørt av at sleppa eitt av teimum fyrivarnum, sum teir fingu eftir at donsku veljararnir fyri einum tjúgu árum síðani feldu Maastricht-sáttmálan.

Hetta fyrivarni var um rættarviðurskifti.

Í lógini um fólkatingsval í Føroyum verður í grein 77 sagt, at vit skulu taka lut í fólkaatkvøðum um mál, sum kunnu setast í gildi í Føroyum við anordningum. Hetta ger seg galdandi fyri alla rættarskipan okkara, og tí er eingin ivi um, at fólkaatkvøðan í Danmark eisini skal fara fram í Føroyum. Tað er beinleiðis lógarbrot ikki at gera tað.

Spennandi verður at síggja, hvørjar undanførslur ráðandi flokkar fara at royna at koma við fyri at sleppa at bróta hesa lóg. Teir fara helst at royna at siga, at hetta hevur nakað við ES at gera, har Føroyar ikki eru uppií. Men vit eru í donsku rættarskipanini, sum við hesi fólkaatkvøðuni skal fáa minni vald. Vit fáa tí eisini minni vald, og tað viðkemur okkum.

Nei, orsøkin til at teir ikki vilja hava okkara luttøku í hesi atkvøðugreiðsu er ein heilt onnur:

Teir hava funnið út av, at luttøka Danmarkar í ES er ólóglig, tí eftir bjørgvinarsáttmálanum skuldu teir havt lagt spurningin um luttøku í ES fyri ta stjórn, Føroyar og Grønland skuldu havt. Hevði okkara stjórn sagt nei, so slapp Danmark ikki upp í henda felagsskap.

Tað brotsverk, teir hava framt ímóti okkum, royna teir at dylja sum mansmorð, og tí gera teir enn eitt brotsverk við at avreiða okkara rættarskipan til ES.

Fyri at káva útyvir halda teir ikki sína skyldu til at hava fólkaatkvøðu her, so vit noyðast at taka upp annan tátt fyri at seta teir upp á pláss!

Zakarias Wang

----------------