Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólk mugu fáa kunning í sambandi við vanlukkur

Tað er ikki í lagið, at fólk vakna um náttina av ógvusligum spreingingum, men ongastaðni kunnu fáa upplýsingar um, hvat er á vási.

Tíðindaskriv

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, fer á tingfundinum mikudagin at seta Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, ein fyrispurning um fráboðanir í sambandi við vanlukkur. Helgi Abrahamsen vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um vit í Føroyum hava nakra skipan, sum fólk kunnu venda sær til, fyri at fáa kunning í sambandi við vanlukkur, og um ein slík skipan finst, vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat er gjørt fyri at kunna fólk um, hvussu skipanin virkar í eini neyðstøðu.

Eldurin umborð á Athenu var eitt ræðandi dømi

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at náttina til tann 9. mai 2011 vaknaðu nógv fólk við Skálafjørðin av ógvusligum spreinginum, sum fingu húsini í øllum nærumhvørvinum at skelva. Stóri verksmiðjutrolarin Athena lág í ljósum loga við bryggjuna í Saltangará. Men av tí at tjúkkur mjørki lá yvir allan fjørðin, sóu fólk ikki hvat var áfatt, og tað var heldur einki stað har tey kundu venda sær, fyri at fáa upplýsingar um hetta.

Á Skála føldu fólk raman royk, men tey fingu ongar upplýsingar um, hvørt talan var um vandamiklan royk ella ikki. Seinni bleiv øll bygdin evakuerað.

Nógvastaðni er vanligt at hava eina ávaringarskipan (sokallaða varsling), har ein lúður ljóðar, og so kunnu fólk venda sær til eitt ávíst stað (tað kann til dømis vera at tendra útvarpið) og har fáa tey so upplýsingar um, hvat er hent, og hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tann skipanin virkaði ikki hesa áðurnevndu náttina í 2011.

”Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat er gjørt við hetta málið síðani, og ikki minst, um fólk hava fingið upplýsingar um, hvussu ein møgulig nýggj skipan virkar,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at tað nyttar lítið at hava eina skipan, um brúkarin ikki veit, hvussu hon skal brúkast og kanska heldur ikki veit yvirhøvur, at skipanin finst.