Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svínoyingurin í Lopra, Páll Suni Joensen, varð tvingaður til Havnar av tveimum politistum herfyri. Hann sleppur ikki út, um hann ikki tekur antabus. vildi hava at vita hví, men tað kann hann ikki. Men kravið kundi ikki haldast í hevd, tí  kravdi, og hevði rætt til eitt roykfrítt øki, og tað hevur hann loksins fingið. Nú húsast hann einsamallur í einum stórum blokki á psykiatriska deplinum, og følir seg sum Rudolf Hess, sum sat einsamallur fangi í Spandau...

Oyggjatíðindi 14. februar 2014:

Mikudagin 22. januar 2014, ringdi Páll Suni Joensen, til Oyggjatíðindi. Hann er kendur, sum “svínoyingurin í Lopra”, har hann eigur hús, og hevur búð í áravís. Hetta var ikki ein vanlig uppringing.

Hetta var eitt neyðarróp, tí hann var tikin av songini, og við politiharðskapi, skuldi hann flytast til psykiatriska depilin í Havn, og visti ikki heldur hví, og fekk ikki loyvi at pakka eina tasku við tannbust og undirklæðum.

Fartelefon hansara lá í buksunum, sum hann tó slapp at lata seg í, og tí fekk hann givið boð frá sær.

Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað lagnuna hjá Páll Suna Joensen, sum av berari frustratión, hevur runnið úr Lopra og út á Akrar, at hitta landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Tað, sum sermerkti hendan konditúrin var, at svínoyingurin í Sumba, valdi at renna í berum undirbuksum.

Hetta var fyri at geva politiska myndugleikanum eitt wake-up cal, tí hann føldi seg hóttan av psykiatriska deplinum, sum hann óttaðist fór at kosta honum lívið, so støðan var sera álvarsom.

Trupulleikin hevur í áravís verið, at Páll Suni Joensen, hevur sett viðkomandi spurningar um hvat hendi, meðan hann var “droggaður” frá hesum heimi. Hann var nevniliga komin fram á skjøl, har hann sær, at hann er settur í samband við fólk, harímillum við fremmanda kvinnu, í rættinum, og vildi sjálvandi vita hvat hetta var fyri nakað.

Eisini vildi hann vita hvør hevði kravt hann tvangsinnlagdan uppá reyð pappírir. Men úrslitið er syrgiligt.

Í staðin fyri at geva manninum innlit í sína egnu sak, so hevur depils-leiðslan meldað Páll Suna Joensen, fyri at hava hótt, og til seinast eydnaðist tað, at fáa mannin dømdan ein viðgerðardóm, tí leiðslan orkaði ikki longur, at “svínoyingurin í Lopra” bleiv við at ringja við  annars viðkomandi krøvum, sum tey so avgjørt ikki vildu ganga á møti, og tí valdu tey at melda mannin.

Oyggjatíðindi skrivaði um hetta mál, fríggjadagin 24. januar 2014. Blaðið hevur roynt at fylgt við í hvussu tað annars gekk hjá Páll Suna Joensen, á Psykiatriska deplinum.

Alla ta fyrst tíðina á Deplinum, hendi onki. Leiðandi yvirlæknin,  var uttanlanda, meðan ein vikarierandi danskur lækni, nevnd ”Renada” stýrdi ”gesheftini”. Knappliga var tað umráðandi, at Páll Suni Joensen, skuldi taka antabus, men tað vildi hann ikki uttan góða læknaliga grundgeving. 

Hesa grundgevingina eru tey ikki før fyri at koma við, so svínoyingurin slapp til Klaksvíkar at vitja familjuna, við formanandi boðum um, at hann ikki mátti fara í Rúsuna.

Men kravi um antabus bleiv bara hert, sum dagarnir gingu. Nakra sálarliga ella aðra hjálp fekk hann ikki. Tá ið starvsfólkini ikki kundu grundgeva fyri sínum krøvum, kravdi hann at sleppa út, segði, at hann hevði krav uppá roykfrítt umhvørvi, tað hevði hann ikki, tá starvsfólk, roykja sum bustubindarar, og sjúklingarnir tað sama.

Páll Suni Joensen, slapp út í nakrar dagar á rað. Hann valdi m.a. at vitjað Fyribyrgingarráðið, og fekk har at vita, at hann hevði krav upá eitt roykfrítt umhvørvi, og tað helt hann so fast um.

Á Psykiatriska Deplinum, vistu tey ikki síni livandi ráð. Svínoyingurin í Lopra, hevði telva tey upp í ein krók. Tann eina dagin, segði hann seg fara út, og hann vildi koma aftur seinni um kvøldi, at tryggja sær, at hann hevði fingið eitt roykfrítt umhvørvi, so hann róliga kundi leggja seg at sova.

Tá ið Páll Suni Joensen, møtir aftur á stovninum, hava tey ikki sínir viðurskiftir í lagi, so hann fór útaftur, og kom ikki aftur fyrr enn dagin eftir.

Vit spurdu Páll Suna, hvat hann hevði gjørt um náttina?

Tá ið eg kom aftur, hevði eg vakt í meira enn 24 tímar, hevði tá eisini gingið tað sama, sum svarar til hálvtfjórða maraton, og tað haldi eg ikki at nakar roykjari hevði klárað, segði Páll Suni, ironiskt.

Framvegis vóru viðurskiftini ikki broytt, men starvsfólkini høvdu tó gjørt alt fyri at lúka treytirnar so mikið, at hann tordi at leggja seg at sova. Hann svav ikki serliga róliga, men fekk tó nakrar tímar av hvíld.

Dagin eftir fór hann aftur út, boðini vóru tey somu, at hann vónaði at hann kom aftur til eitt roykfrítt umhvørvi. Hesaferð valdi hann at fara á gátt hjá Kriminalforsorgini. Har vóru tey sera formanandi, og bóðu hann gera sum leiðandi yvirlæknin, álegði honum at gera.

Jamen, hann hevur biðið meg taka lívið av mær sjálvum, og tað havi eg ikki hug til, sigur Páll Suni Joensen. Kriminalforsogin kundi annars ikki hjálpa, heldur ikki við svari uppá, hví hann skuldi hava antabus, og ikki eina viðgerð fyri sálarpínu.

Støðan hevur verið rættiliga løst, líka til mikudagin. Nú ringir telefonin aftur á redaktiónini. Tað er Páll Suni: 

Nú føli eg meg, sum Rudolf Hess. 

Rudolf Hess, hvat meinar tú við?

Og so fortelur svínoyingurin í Lopra, at hann hevur fingið ein íbúðarblokk fyri seg sjálvan. Hann vísir á at hann hevur egna gongd, uppihaldsstovu, og eini trý kømur fyri seg sjálvan, og at hann kann siga, at umhvørvið er roykfrítt.

Gud viti hvat hetta kostar, letur í honum, meðan hann  hugsar hart, og følir seg sum týski fangin frá øðrum heimskríggi, Rudolf Hess, sum sat púrasta einasamallur  í Spandau-fongslinum, meðan fangavørar úr øllum teimum sameindu londunum, vartaðu mannin upp, líka til hann doyði av sjúku og elli.

Páll Suni Joensen, ella Svínoyingurin í Lopra, veit ikki hvussu leingi hann skal sita í hesum roykfría umhvørvinum, men hann veit, at leiðandi yvirlæknin helst ikki vil tosa við hann, so hann veit ikki rættiliga hví hann skal vera í føroyska Spandau-deplinum.

Følir seg sum Rudolf Hess: Fekk heilan íbúðar blokk fyri seg sjálvan.