Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føðingardagsheilsan: Jacob er sannur skilamaður á sjónum

Góði Jacob, tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær, hvat tað vil siga at fylla 100 ár. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, er á tremur. Tað hava verið nógvar og stórar broytingar í føroyska samfelagnum. Ja, tygum kunnu minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. 

Hetta segði løgmaður millum annað á 100 ára føðingardegnum hjá Jacobi Bærentsen, sum varð hildin á Lágargarði seinnapartin.

- Eftir so nógv ár á sjónum, er tað ikki sørt av royndum, tú hevur innan alt sjólív. Við tínum drúgvu royndum, kunnu vit ikki siga annað, at tú ert ein sannur skilamaður á sjónum, vísti løgmaður eisini á. 

Les føðingardagsheilsanina hjá løgmanni her: http://www.lms.fo/media/6288/100-%C3%A1ra-r%C3%B8%C3%B0a-jacob-b%C3%A6rentsen.pdf