Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føðingardagshald á Vaglinum

Dan Klein --- 13.05.2018 - 08:30

Frælsisfagnaður í sambandi við, at staturin Ísrael verður 70 ár.

Mánadagin eru 70 ár liðin síðani David Ben-Gurion alment boðaði frá, at staturin Ísrael varð settur á stovn. Henda dagin klokkan 17:30 verður skipað fyri føðingardagshaldi á Vaglinum í Havn. 

Svenning av Lofti og Avi Lipkin fara at halda røðu, og Heini og Malan Lützen og Sirikit Jacobsen fara at syngja.

Tey sum koma til føðingardagshaldið fáa ókeypis kaffi og lagkøku.

Klokkan 19:30 sama kvøldið verður eitt tiltak í Læraraskúlahøllini, har Avi Lipkin og bólkurin Blátt Gras fara at luttaka.

Avi Lipkin verður eisini at hoyra í Miðnámsskúlanum á Kambsdali leygardagin klokkan 16, og í skúlahøllini á Giljanesi sunnukvøldið klokkan 19.