Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FMA er fantastiskt!

Hetta hevur verið eitt FANTASTISKT vikuskifti fyri føroyska tónleikin!

Eg minnist í eini sending í KVF, fyri nøkrum árum síðani, har eg m.a. varð spurdur um manglandi játtan og Prixið, at eg eisini kom inn á hetta, at vit áttu at heiðra okkara skapandi fólk.

Nú er tað hent, í stórum stíli, og eg fegnist.

Eg kom at hugsa um, at onkur nevndi, hetta kanska ikki var rætta løtan til FMA, tí øll ikki vóru í landinum.

Vit skulu minnast til, at vit eiga ambassadørar fyri okkara land og mentan, sum vit skulu vera stolt og fegin um.

EG YNSKI ØLLUM TYKKUM HJARTALIGA TIL LUKKU VIÐ HEIÐRINUM og ynski øllum føroyska tónleikinum ALT tað besta!

Fríðálvur A. Jensen