Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FM í Triathlon

FM í Triathlon verður sunnudagin 17. juni. Hesu ferð verður kappast á sokallaða OL-teininum.

Tíðindaskriv:

Sunnudagin 17. juni kl. 13 verður kappast um FM heitið í Triathlon. Fyri góðum mánað síðan bleiv kappast í tí sokallaða Sprint teininum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú verður kappast í tí sokallaða OL teininum. Luttakararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km.

Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, og nevndin í Føroya Triathlon hevur tú avgjørt, at kappast verður á júst hesi rutu aftur í ár. Koyrt verður frá Svimjihøllini í Gundadali, til Kaldbak, til Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbak, og framvið Plantusøluni, niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, og oman aftur til Plantusøluna, har málið er.

Renningin verður frá Plantusøluni, eftir Strond, og til Eik Banka, har vent verður. Runnið verður niðan aftur til Plantusøluna.

Hesin teinur er 5 km, og skal tí rennast tvær ferðir.

Guðmundur favorittur

Gudmund Joensen er besta boð at vinna kappingina hjá monnum, og Súsanna Skylv besta boðið hjá kvinnum.

Málið hjá Gudmund er at koma undir 2 tímar, og viðrar sunnudagin, so er møguleiki hjá honum, at seta nýtt føroyskt met.

Kappingin sunnudagin er ein av tveimum úttøkukappingum í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda komandi ár.

Skal ein gera sær vónir um at sleppa á bruttolandsliðið, so er kravið hjá monnum, at ein skal gjøgnumføra teinin uppá 2 tímar og 15 minuttir. Hjá kvinnum er kravtíðin 2 tímar og 25 minuttir.

Tilmelding

Kappingin verður sum sagt sunnudagin 21. september kl. 13. Møtast skal í Svimjihøllini í Gundadali ein tíma undan kappingini, og tilmelding fer fram við at ringja ella maila til Evald Rasmussen, telefon 583273 og eva.ras@kallnet.fo. Eisini ber til at lesa um kappingina á heimasíðuni hjá Føroya Triathlon Felag, sum er: www.triathlon.fo.