FM í svimjing hósdag, fríggjadag og leygardag í Havn
- Úrvalssvimjing í heimsflokki.
At okkara svimjarar klára seg framúr væl og halda fram at betra seg, vit helst tey flestu. Í Hesum døgum er FM í svimjing í Havn bæði fyri juniorar og fyri seniorar.
Í gjár vórðu tvey nýggj met sett, tá ið kvinnurnar svumu stafett, og tá ið Guðrun Mortensen svam 100 metrar frí. Vit upplivdu, at Pál Joensen framvegis tekur tey flestu heiðursmerki, ið hann kappast um, men vit upplivdu eisini at beiggi hansara vann á honum í 50 metra firvaldssvimjing.
Og ikki minst upplivdu vit eitt festligt og professionelt føroyameistaratiltak, væl fyriskipað, við góðum tónleiki, nógvum ymiskum ljóseffektum, og at Sjónvarpið sendir beinleiðis frá øllum finaluumførunum – eisini í dag og í morgin.
Kann viðmælast at fylgja við í FM í svimjing.
Helena Dam á Neystabø
---
Niðanfyri er røðan, sum Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, helt, tá ið hon setti FM í svimjing 2013.
Úrvalssvimjing í heimsflokki!
Góðu svimjarar, góðu fyriskiparar og góðu fjepparar her í svimjihøllini og áskoðarar kring landið.
So byrjar ársins føroyameistarakapping í svimjing fyri vaksin og fyri ung.
Hetta er 40. Ferð at seniorar kappast, og tað er 5. Juniormeistrarkappinign sum fer av bakkastokki í dag.
Og vit kunnu siga, at svimjingin hevur ment seg til at vera eina tann størsta fólkaítróttin, men so sanniliga eisini ein úrvalsítróttargrein, har Føroyar av álvara gera vart við seg – eisini altjóða.
Vit hildu kanska at vit áttu frægasta og djarvasta svimjara, tá ið Sigmundur Brestisson svam um Skúvoyarfjørð á sinni. Men hann man helst vera tikin fleiri ferðir, serliga hesi seinastu árini.
Hvussu ofta hava vit ikki sitið rúnabundin frammanfyri útvarpstólið ella sjónvarpstólið og fylgt okkara allarbestu svimjarum, og kanska serliga Páli Joensen, tá ið tey hava kappast uttanlands. Og tað er heldur reglan enn undantakið, at okkara svimjarar koma heim aftur við úrslitum, ið eru so góð, at eingin hevði trúð, at tað nakrantíð fór at bera til.
Okkara svimjarar hava prógvað, at tað ber til at koma heilt til topps – sjálvt til olympiskur leikirnar.
Og hvussu kemur man á so langt, jú tað er einans við miðvísari venjing, og við hugburðinum, at sjálvt tann allarbesti innsatsturin er ikki nóg góður. Við tí hugburði, tá ber til at røkka nærum óhugsandi málum. Og vit vilja fegin at tílíkur hugburður fer at eyðkenna okkum sum fólk yvirhøvur.
Ein føroyameistarakapping í svimjing er eitt rættiliga samansett og fjølbroytt tiltak, má sigast. At svimja er ikki bara at svimja bringu ella crawl so skjótt sum møguligt.
Eg gjørdist í øllum førum ovfarin, tá ið eg sá at her fara svimjarar at kappast í ikki minni enn 42 disiplinum ella greinum. So her standa tríggir sera týdningarmiklir dagar fyri framman við hópin av spennandi svimjikappingum – og vit kunnu fegnast um, at eftir luttakaralistanum at døma, so eru okkara allarbestu svimjarar við eisini hesa ferð. Tað merkir at føroyameistarakappingin fer at seta svimjarar við, har onnur sleppa. Og tað ber boð um, at svimjingin hevur eina bjarta framtíð.
Sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fegnist eg um, at føroyameistarakappingin verður hildin her í Havn. Vit leggja stóran dent á, at skapa ítróttini so góðar karmar sum møguligt. Vit ásanna eisini, at hóast karmarnir her eru góðir, so er neyðugt at úrvalssvimjinign fær betri umstøður. Tað kemur ikki bara úrvalssvimjingini, men eisini fjøldini til góðar. Tað eiga og vilja vit gera nakað munagott við.
Tøkk til tykkum øll, sum fyriskipa at arbeiða handan leiktjøldini og uppi á turrum. Uttan tykkum var eingin kapping. Og tøkk til tykkum svimjarar, sum stilla upp til hesar kappingar í bestu venjing.
Eg fari við hesum orðum at skjóta FM í svimjing 2013 í gongd – við vón um at alt fer fram í besta fair play anda. Góða eydnu bæði juniorar og seniorar.
Takk fyri.