Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flyting er ein partur av tí at búgva i Føroyum

Dan Klein --- 11.03.2017 - 09:22

Í nýggjari grein viðger Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, ung og flytimentan í Føroyum. 

Í greinini verður grundgivið fyri, at børn vaksa upp í einari mentan, har flyting til og úr Føroyum (serliga til Danmarkar) hevur sera týðandi ávirkan á samfelagið og sosial viðurskifti. Hjá børnum og ungum hongur flyting saman við skapanina av lívsleiðina. Tí sæst, at børn og ung menna eitt transnationalt sjónarhorn, áðrenn tey nakrantíð eru flutt úr Føroyum – og verður hetta seinni, hjá nógvum, til ein transnationalan livihátt. 

Flyting er tí ein grundleggjandi partur av tí at vaksa upp í Føroyum, óansæð um ein seinni velur at flyta av landinum ella ikki. Greinin byggir á samrøður við ung í tveimum aldursbólkum úr ymsum støðum í Føroyum. Talan eru um aldursbólkin 14-15 ár og tey 18-24 ára gomlu, sum júst vóru liðug við eina miðnámsútbúgving. 

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Nordic Journal of Migration Research.

Greinin kallast “Exploring transnational relalities in the lives of Faroese youngsters” og kann lesast her: https://www.degruyter.com/downloadpdf/j/njmr.ahead-of-print/njmr-2017-0007/njmr-2017-0007.pdf 

Les um Eriku Hayfield í Heilagrunninum: http://gransking.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=49