Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flyta dagrøktarar í dagrøktini millum sáttmálaøki

Avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag at flyta dagrøktarar í dagrøktini millum sáttmálaøki 

Føroya Arbeiðarafelag tekur undir við, at dagrøktarar í dagrøktini fyribils verða flutt á eldraøkið at arbeiða. 

Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta dagrøktarar í dagrøktini  – at arbeiða á eldraøkinum. Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul og sum hava førleika at røkja uppgávur a eldraøkinum. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.  

Í dagrøktini eru sett tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at corona virusi breiðir seg óneyðuga skjótt. Hesi tiltøk, hava við sær, at grundarlag ikki er fyri at hava øll starvsfólkini til arbeiðis í dagrøktini. 

Á eldraøkinum er støðan øðrvísi, har arbeiða øll við fullari kraft, fastlønt og tímalønt. Tiltøk eru/verða eisini sett í verk, har roynt verður at forða fyri ella minka um smittuvandan av corona virusinum. Talan er í fleiri førum um tiltøk, sum hava við sær, at neyðugt er við fleiri starvsfólkum á økinum.  

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag eru samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu í avtalu við einstøk starvsfólk flyta hesi at arbeiða á eldraøkinum. Soleiðis, kunnu dagrøktarar verða sett í vaktir á eldraøkinum samsvarandi teimum ætlanum, sum eldraøkið hevur. Atlit skal kortini takast til viðurskifti og førleikan hjá einstaka starvsfólkinum.  

Viðv. lønini hjá starvsfólkunum er útgangsstøðið, at starvsfólkini varðveita ta løn, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála partanna millum. Lønin fyri møguligt meirarbeiði/yvirtíð, samsýningin fyri ólagaligar arbeiðstíðir o.a. verður at fylgja serstakari avtalu millum Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.  

Avtalan verður endurskoðað leypandi, og fellur burtur av sær sjálvum tá corona (covid19) bylgjan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum á ávikavist dagrøktini og eldraøkinum, tó ikki seinni enn 01.05.2020. Avtalst kann tó, at avtalan verður longd eftir tørvi. 
 
Tórshavn tann 25. mars 2020  

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið