Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flutningur av olju til útoyggj

Á tingfundinum í gjár setti Kári P. Højgaard, munnligan fyrispurning til Hendrik Old, landsstýrismann viðv. at flyta olju til útoyggj:

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður

Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í útoyggjamálum

Spurningur
Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur stig til at finna eina loysn sum ger, at fólk í Fugloy kunnu sleppa undan at flyta olju til oynna í tunnum.

Er nøkur eftirmeting gjørd av avtaluni v.v. oljuveiting í Skúvoy.

Veit landsstýrismaðurin, um oljuveitarin er sinnaður at finna eina loysn líknandi henni, ið varð fingin i lag úti í Skúvoy.

Hevur kommunan vent sær til landsstýrismannin, um at finna eina loysn á hesum máli.

Viðmerkingar

Nú hevur skipanin staðið sína roynd, har táverandi Innlendismálaráðið, Skúvoyar Kommuna, SEV og Magn gjørdu eina samstarvsavtalu. Við hesi loysn kunnu borgarar í oynni bíleggja olju úr tangunum hjá SEV, fáa vøruna koyrda til húsini og fylt á tangan. Harvið hava hesir útoyggjabúgvar fingið somu góðu tænastu til oljuveiting, sum fólkið annars hevur í meginøkinum.

Tá arbeitt var við hesi loysnini, var viljin stórur at finna slíka felagsloysn fyri hinar útoyggjarnar, men onki hevur verið at frætt síðan. Tó varð avtalað, at ein eftirmeting skuldi gerast av avtaluni.
Avbjóðingin er stór fyri fámenta liðið á útoyggj, tí tunnurnar viga nærum 200 kg. og fólkatalið er støðugt minkandi.