Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flúgvandi Punjab

- seta ikki mørk fyri, hvørjum teir vilja náa! 

Tá eg setti meg at lurta eftir tí, hesir ungu fírarnir hava at bjóða, bleiv eg veruliga bilsin, tí her er veruliga talan um gávaðar tónleikarar. 

At hava slíkt potentiali og vilja so nógv við sínum tónleiki er ikki bara stórt, men bjóðar okkum øllum onkursvegna av.

So stórar tónleikaligar gávur – í so ungum aldri, er heilt serstakt, men fær meg eisini at hugsa um hvat fær slíkt fram?

Vit hava eina skipan við frálæru innan tónleikin, men eg haldi tað er einastandandi, at tað koma so frægir tónleikarar út – hóast umstøðurnar eru alt annað enn nøktandi!

Taka vit í aftur útgávuna “The Flying Elefant”, er hon rættiliga væl frágingin og eri eg ikki í iva um, at hesir ungu fírarnir hava nógv í viðførinum.

Tað er ongin ivi um, at her er tónleikur til allar aldursbólkar og eri eg ikki sørt bilsin um, at hesir hava allar hesar sjangrurnar við, tí tær spenna frá blues, jazzi, rocki og eitt sindur av poppi, so her átti at verið gott fyri øll oyru.

Er so onki at seta fingurin á og er svarið, at hesir hava kanska ikki lagt so stóra “orku” í tekstirnar, men heldur hava valt at “dyrka” hvørt sítt ljóðføri á allar besta hátt.

Eg haldi, at útgávan hevur møguleika á altjóða støði, tí sjangrurnar eiga at kunna røkka víða og so er ongin ivi um, at hesir hava onkra ætlan um nakað meira.

Tað er so ongin ivi í mínari verð, at vilja hesir nakað meira innan tónleikin, eru tað bara teir sjálvir, ið seta síni mørk.

Á útgávuni eru løgini: The Flying Elephant, King And The Queen, Old Man´s Pipe, Hairy Woman, Run To You, Svart Djús og Counter Clockwise, sum øll á sín sestaka hátt geva sítt um, at her er tónleikur á rættiliga høgum støði.

Spennandi verður at fylgja teimum og gevi eg teimum 5 av 6 stjørnum fyri hesa frálíku útgávuna.

Fríðálvur A. Jensen