Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flóttafólkini mugu ikki gloymast

Martin Luther segði einaferd ; Her standi eg. Eg kann ikki annað. Man tekur ansvar fyri sær sjálvum og sínum lívi og harvið eisini sínum deyða.

Tú verður borin í heim umgyrdur av gleðistárum og tú verður borin frá hesu verð við tárum. Hetta eru kenslur og løtur, sum ein stórur partur av okkum hava deilt, følt og fingið smíðja fast í okkara minni. Tankin um alt tað góða, vit hvør sær skulu uppliva við okkara kæru og kenningum gerst tín ogn, tín troyst og skapar rammurnar um tað drívmegi, sum far teg at liva víðari og trúgva uppá og góðtaka lívið, sum eitt skip í rørðslu á havsins aldum.

Alt ov nógv fólk úti í heiminum hava ikki nøkur berandi minnir, sum skapa teirra drívmegi ella fleiri tár at brúka, tí teirra støða , gevur ikki pláss fyri møguligum hugsunarháttum ella møguligum loysnum, tí tey hava eingi rættindir, eingin sum gevur teimum umsorgan, eingin sum vil kennast við tey, tey eru livandi deyð.

Tað eru umleið 50 milliónir menniskjur, sum verða karaktisera sum flóttafólk og tey verða deild upp í tveir bólkar, tey sum eru flýggjandi innan landamarkið í egna heimlandi og so hin eitt sindur minni partur procentvíst ,sum eru flyggjandi uttanfyri teirra heimlandi.

Í fyrsta kvartal í 2013 hava 1913 fólk, søkt um uppihald í DK og yvir helvtina av hesum fólkunum koma úr Serbia, Sýria, Somalia og Rusland / Tjetjenia. Í alt verður mett, at talið fer at liggja um 6000fólk um árskiftið og av hesum fólkunum eru tað langt frá øll, sum fáa uppihaldsloyvi og verða so antin send av landinum aftur til teirra heimland ella mugu tey búgva í einum asyl-centri uppá lánta tíð.

Danmark er sum ES-limaland eisini bundin at Dublin –og Eurodac ordningini og hartil kann nevnast, at Ísland og Noreg hava eina associeringsavtalu við ES viðvíkjandi hesari ordning, sum ikki er bindandi og kann uppsigast.

Sjálvsagt gevur tað onga meining og er heldur ikki efturspurt av nøkrum, at tann einkulti føroyðingur, skal kunna fyrihalda seg til so stór tøl og hava ymiskar støðutakanir til so nógv ymisk flóttafólk,vit við útgangsstøði ikki hava nakað til felags við.

Felags fyri mest sum øll hesi fólkasløgini er, at tey liva so langt burturi og tí føla vit ikki og fáa ikki kensluna av nøkrum persónligum tilknýti til hesi fólkini, tí ivaleyst er tað galdandi fyri flest føroyðingar, at teir aldrin so mikið sum hava vitja hesi londini í friðartíð og ei heldur kenna nakran persón, sum er búsitandi í hesum londum.

Um hendan hypotesan er haldgóð, so gerast hesi flóttafólkini bara eitt tema sum skal kjakast ella burturkjakast og tigast vekk,tí tey eru ov langt vekk frá okkara verðuleika og tískil gerst teirra støðu í stóran mun verðuleikafjar og bara ein partur av okkara yvirskoti, tá hugurin líka røkkir til nøkur orð ella onkra meining viðvíkjandi problematikkinum, um vit vilja tað ella ei, sum bæði er viðkomandi, aktuellur og neyðugur.

Tað nyttar einki at góðtaka argumentini frá nøkrum av okkara fólki á landinum, sum siga at :

• Vit ansa eftur okkum og tey kunnu passa seg sjálvi, har tey eru nú.

• Tey skilja ikki okkara mentan og hetta fer bara at føra trupuleikar við sær.

• Vit kunnu ikki ansa eftur okkara egnu, so hví skulu vit so eisini hjálpa fólki uttanifrá.

Hetta eru sjálvsagt spurningar, sum vit mugu fyrihalda okkum til og skulu respekterast, men vit hvørki mugu ella kunna, síggja burtur frá, at øll lond í heiminum bera eitt felags ansvar og mugu taka sín part av ábyrgdini og tí arbeiðnum, sum krevst fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum flóttafólkum og geva teimum innivist.

Lat ongan iva verða um, at vit føroyðingar eisini eru líkt øðrum fólkasløgum eitt sera hjartagott og hjálpsamt fólk, sum í neyðini hjálpa teimum fólkum, sum líða neyð av ymiskum orsøkum, bæði heima og úti í tí stóru verð.

Á okkara landi eru nógv hjálpar-tiltøk, til frama fyri tey illastaddu og vit eru røsk til at gera vart við, umstøður vit meta verða ótólandi fyri ávísar bólkar og sum hava tørvi á størri peningarligari og menniskjaligum stuðli og hjálp.

• Um jólatíð fáa familjur jólapakkar/gávur/mæt, fyri at gera jólini til nakað enn meira serligt og minnuríkt.

• Tey heimleysu hava eitt herberg og kunnu gista og fáa eina máltíð.

• Í djúpasti sorgini, tá vit missa eina av okkara kæru, eru føroydingar fyrimyndarligir til at hjálpa og stuðla teimum avvarðandi.

• Vit vísa støðugt størri tolsemi ímóti samkyndum og fólkum við ørðum átrúnaða.

• Nógv hava gjørt vart við ,at tey sálarsjúku mangla eitt fountain-hús og tað skal nokk koma í komandi ár.

• Vit arbeiða við at fáa ásett eitt fíggjarligt fátæku-mark fyri føroyska húsarhaldið.

• Vit síggja hvønn annan í gerandisdegnum og tað ger ,at øll føla at tey liva/ verða sødd.

Tað sum er so deiligt og skapar karmar um eitt samhaldsfestni ímillum fólki er eisini, at tann stuðilin og hjálpin, sum verður veittur í nær umráðnum í bygdunum ella í lokal umráðum í Tórshavn er, at hjálpin gerst sjónlig og veitarnir síggja eitt konkret úrslit og hetta skapar trúnna uppá ,at stuðulin broytir um umstøðurnar hjá teimum illa staddu fólkunum.

Felags fyri ein stóran part av flóttafólkunum, er at tey eru givin við at droyma og at vónin um eitt toluligt lív hjá teimum viknar fyri hvønn dagin og tí mugu vit sum tjóð hjálpa til og í samráð við Danmark, taka ímóti nøkrum flóttfólkum ella tveimum-trimum familjum í virki ígjøgnum tí normalprocedure, sum verður nýtt, tá tað ikki verður skunda undir sakina, men eitt vælgreitt forarbeiði, har allir viðkomandi upplýsningar um tann einstaka persónin verða viðgjørdir og avgreiddir.

Eisini er tað relevant, at hava eina forventnings-samtalu við tann einstaka persónin og seta nøkur klár mál við uppihaldinum og at avtalan við útgangsstøði ikki er bindandi og kann uppsigast, um ásettu krøvini ikki verða efturlíka.

Øll eiga rættin til lív og øll eiga at hava rættin til at liva teirra lív, sum teimum hóvar, men til tíðir eru tað eisini fólk, sum bara ynskja at fáa møguleikan til at liva aftur, byrja av nýggjum.

Hetta kann fyri okkum følast sum ein lítil hjálp at strekkja hondina út og bjóða teimum vælkomnum, men fyri tey ger tín útstrakta hond allan munin. Tað er vert at taka til efturtektar.

Karl Jóhan Staksberg.

e-mail addr : runesean66@hotmail.com.