Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FLØTAN FRÍA - eitt friðskjól fyri føroysk djór og djóravinir

Tíðindaskriv, tann 1. november 2012:

Felagið Alarar av Føroyskum Upprunarossum (FAFU) og Felagið Føroysk Djóraheim hava tikið stig til at stovna ein almannagagnligan grunn, nevndur Fløtan Fría, hvørs fremsta endamál er at seta á stovn eitt burðardygt, sjálvfíggjandi friðskjól fyri hótt føroysk djór og onnur djór við serligum tørvi í Føroyum.

Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um stovnseting av:

• eini náttúrupark / djóragarði við føroyskum djórum

• eini granskingar- og alistøð fyri føroyska upprunarossið

• einum djóravistarheimi við djóralæknaviðgeðarstovu

• einum náttúruupplivingar- og undirvísingardepli tí føroysku náttúruni, húsdjórum og villini djórum at frama – til gleði og gagn fyri føroyska almenningin og útlendsk ferðafólk, við serligum atliti at veikari samfelagsbólkum

Virðisgrundarlag

• at fremja djóravernd, har tørvur og vælferð hjá djórinum kemur í fremstu røð

• at tryggja náttúruvinaligt virksemi, sum verjir náttúruna og hevur minst møguligt neiligt árin á umhvørvið

• at tryggja, at Fløtan Fría virkar eftir einum burðardyggum leisti, eisini fíggjarliga.

Ætlanin verður framd í samstarvi við viðkomandi felagsskapir við áhuga fyri djóravernd – og í samljóði við lands- og kommunalar myndugeikar, Búnaðarstovuna, Fiskimálaráðið, Tórshavnar Kommunu, almannaverkið, skúlaverkið, Náttúrugripasavnið, ALS o.o. – møguliga eftir leistinum Public Private Partnership (PPP), um áhugi er í tí. Høvuðstættir í verkætlanini Fløtan Fría

1. Innrætting av øki og bygging av hóskandi hølum til virksemið

2. Stovnseting av rossaalistøð við umstøðum til rossaílegugransking

3. Stovnseting av djóravistarheimi við djóralæknaviðgerðarstovu

4. Íverkseting av lærandi og rekreativum aktivitetum í náttúruni saman við djórum fyri skúlabørn, børn á stovni, familjur, ferðafólk o.o.

5. Íverkseting av stuðli og aktivering av veikari borgarum í samfelagnum Meira fæst at vita um verkætlanina við at lesa verkætlanarlýsingina her:

http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/hefti_floetan_fria?mode=window&pageNumber=1