Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá flokstinginum 2015

Floksting Tjóðveldis 2017: Fólkaræði, fiskur og viðrisvøkstur

verður í bygdarhúsinum í Hósvík 24. og 25. mars.

Tjóðveldi heldur floksting í bygdarhúsinum í Hósvík fríggjadagin 24. og leygardagin 25. mars.
Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum og seta út í kortið av nýggjum, samsvarandi hugsjónum floksins.

Á flokstinginum verður høvi hjá øllum limum og tjóðveldisáhugaðum at siga sína hugsan. Lítil ivi er um, at nógv av teimum politisku málunum, sum sitandi landsstýrissamgonga hevur sett sær fyri at loysa, fara at fáa drúgva umrøðu, harímillum: Stjórnarskipanin, ið skal til fólkaatkvøðu komandi ár, uppskotið til nýggjan heilsu- og sjúkrahúsbygnað, uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan, fíggjarpolitikkurin og samhaldsfestið, pensjónsskipan, útbúgvingarmál, mentanarpolitikkur, orku- og umhvørvismál, vinnupolitikkur, økismenning, ungdómspolitikkur og mangt annað.

Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m.a. starvsnevnd skal veljast og innkomin uppskot verða viðgjørd. Í lógum floksins stendur at allir limir hava rætt at seta fram uppskot. Fýra uppskot/áheitanir eru komin inn og verða løgd fram og viðgjørd á flokstinginum fríggjakvøldið:

•  Ein áheitan frá Suðurstreymoyar Tjoðveldisfelag  at samtykkja, at tingfólk floksins verða biðin um
    at virka fyri, at sálarheilsa í breiðum týdningi verður uppraðfest.

• Ein áheitan frá Unga Tjóðveldi, um at flokstingið heitir á samgonguna at raðfesta Fróðskaparsetur
  Føroya og at økja játtanina munandi á fíggjarlógini.

• Tvey uppskot frá Unga Tjóðveldið um ávikavist at heita á flokstingi um at samtykkja, 

1) at vit í Føroyum banna allari sølu av vørum við mikroplasti í og 

2) uppskot um, at flokstingið ger eina samtykt í 6 punktum, sum skal miða ímóti, at Føroyar gerast leysar av olju, koli ella øðrum kolvetni sum orkukeldu.Innkomnu uppskotini eru send økisfeløgunum, tingmanning og Unga Tjóðveldi, umframt miðlunum.  

Leygardagin byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini kl. 09.30Í formansrøðu síni leygardagin sum verður stroyma á heimasíðu floksins, fer Høgni Hoydal at kunna um og viðgera hvat flokkurin hevur fingið framt í samgongusamstarvinum higartil, umframt at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa framt nú gott og væl helvtin er eftir av samgonguskeiðinum.Eftir formansrøðuna er viðgerð og orðaskifti á skránni.Klokkan 13.00 fer Bogi Jacobsen stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri at gestarøða.Orðaskiftið heldur fram allan leygardarin og endar við einari yvirlýsing frá flokstinginum. 
Leygarkvøldið verður tjóðveldisveitsla í bygdarhúsinum. 

Flokstingið er fyri øll tjóðveldishugað, og fjølmiðlarnir eru allir bodnir at taka lut.

Tjóðveldi