Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Floksformenn kjakast um arbeiðsmarknaðin Floksformenn kjakast um arbeiðsmarknaðin

Skattapolitikkur, privatisering av almennum tænastum, lønardumping og tríparta samstarv á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Aðalfundur Starvsmannafelagsins leygardagin 7. mars verður merktur av at 2015 er valár. Endabresturin verður eitt politiskt formansumfar um háaktuell arbeiðsmarknaðarmál. Formansumfarið verður alment.

Leygardagin verður árligi aðalfundur Starvsmannafelagsins, sum hesaferð er á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn. 2015 er valár, og hettar markerar felagið við einum formansumfari um áleikandi arbeiðsmarknaðarmál, sum viðkoma flestøllum arbeiðstakarum her á landi.

Aðalfundurin verður kl. 15. Formansumfarið verður kl. 17:00 og tá er opið fyri almenninginum.

Starvsmannafelagið er í ferð við at kjósa sær 10-11 kjarnumál. Arbeiðsmarknaðarmál av týdningin fyri limir felagsins og sum felagið tí hevur avgjørt at varpa ljós á í valárinum 2015. Og tað verða nøkur av hesum kjarnumálum, sum verða á dagsskránni í formansumfarinum leygardagin.

Nógv kjak hevur verið um skattapolitikkin hjá hesi samgonguni, og í seinastuni hevur ljóðað úr ymsum politiskum heraðshornum, at stundin er komin at veita lág- og meðalinntøkum skattalætta. Flokkarnir kjakast um hvønn skattapolitikk teir ætla at reka í komandi valskeiði.

Annað evnið er einskiljing og útveiting av almennum vælferðartænastum. Flokkarnir kjakast um hvønn týdning hetta hevur, eisini sæð frá einum løntakarasjónarmiði. Eisini verður nomið við brandaktuella málið um at bjóða almenn størv út á Keypsportalinum til lægst bjóðandi.

Triðja evnið er sosial dumping. Norðurlendska avtaluskipanin er komin undir trýst í nógvum londum, tí summir arbeiðsgevarar halda ikki sáttmálarnar og tí starvsfólk undir ómenniskjaligum korum. Starvsmannafelagið heldur, at øll starvsfólk eiga at vera skipað í felag og at viðurskiftini hjá øllum, sum arbeiða í Føroyum og á føroyskum øki eiga at vera skipað. Kjak um hvussu flokkarnir halda, at óskipaðu viðurskiftini frægast kunnu steðgast.

Til endans verður kjak um hugtakið ‘tríparta samstarv’, sum er kent aðrastaðni. Tað er eitt arbeiðsmarknaðarpolitiskt forum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir tosa saman og semjast um mál av felags áhuga. Hvat halda flokkarnir um hetta amboðið og hvørji mál kundu verið viðgjørd í einum slíkum tríparta samstarvi?

Politiska formansumfariið leygadagin kl. 17:00 verður sum sagt alment, og Starvsmannafelagið bjóðar øllum vælkomnum til eitt spennandi og áhugavert kjak.