Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Floksfelagar minnast tey 14, sum farin eru síðani 1957

Leygardagin 22. juli 2017 hittast “gamlir” næmingar, sum fóru í 1. flokk í Klaksvíkar Skúla í 1957.

TÍÐINDASKRIV

Við tað, at farin eru 60 ár síðani 111 klaksvíksbørn fóru í skúla fyri fyrstu ferð í august 1957, hittast tey aftur í heimstaðnum. Fyrireikararnir hava valt at skipa eina almenna minningarløtu fyri teimum, ið ikki eru millum okkum longur, úti í Grøv. 

ALMENT minningarhald verður úti í Grøv leygardagin 22. juli 2017 kl. 11. 00. 

Øll eru vælkomin.

Tey, sum eru farin, eru hesi:

Trúgvi Ragnarsson,     * 31.01-1950 † 14.03-2012 – 62 ára gamal
Heini S. Jacobsen,      * 31.08-1950 † 27.03-2006 – 56 ára gamal
Amund Danielsen,       * 29.10-1950 † 03.01-2016 – 66 ára gamal
Rólant Høgnesen,        * 22.04-1950 † 25.06-2007 – 57 ára gamal
Símun J. Sivertsen,      * 03.06-1950 † 01.08-2002 – 52 ára gamal
Erling Joensen,            * 25.03-1950 † 29.10-2008 – 58 ára gamal
Jaspur L. Svøðstein,     * 04.11-1949 † 04.06-2002 – 53 ára gamal 
Dánjal Jákup Olsen,      * 12.12-1949 † 01.03-1977 – 28 ára gamal
Sigurd A. Andreasen,     * 27.12-1948 † 24.01-1998 – 50 ára gamal
Sam Høgnesen,             * 04.07-1950 † juni – 11.06-2007 – 57 ára gamal
Walter Bjartalíð,           * 20.04-1950 † 05.09-1997 – 47 ára gamal
Sólrun N. Thomasen,     * 14.11-1950 † 27.10-2016 – 66 ára gomul
Elinborg Thorsteinsson, * 31.12-1950 † 29.08-2015 – 65 ára gomul
Jan Ellebye Andersen,   *16.11-1950 † 15.06-2017 – 67 ára gamal.

Níggju av fjúrtan eru grivin í kirkjugarðinum úti í Grøv.

Skráin fyri minningarhaldið, sum byrjar leygardagin 22. juli 2017 kl. 11. 00 er henda:

1) Ísak Mikladal bjóðar vælkomið og greiðir frá
2) Sálmur
3) Lisbeth S. Michelsen, prestur heldur minningarrøðu
4) Bøn
5) Sálmur
6) Takk fyri
7) Leggja blómutyssi á gravirnar hjá teimum, sum eru grivin úti í Grøv.

NB: Hjálagt eru myndir av teimum sum eru farin.